Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlit av smábátum

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer í næstum undir eitt átak at gera eftirlit við fiskiførum undir 20 BRT.

Allir bátar, ið landa fisk til virkir har fiskurin kann koma á ES marknaðinum, skulu vera undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (HFS). Hettar hevur Food and Veterinary Office tilmælt á seinastu eftirlitsvitjanini í juni 2011.

Hagtøl hjá Fiskiveiðueftirlitinum vísa, at bátar undir 20 BRT landaðu 31 % av tí toski, sum kom uppá land í Føroyum í 2011.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at hyggja eftir fiski, ísi, arbeiðsdekki, last, reingerð, umklæðingarviðurskiftum, vesiviðurskiftum og øðrum, sum hevur við hagreiðing av fiskinum at gera.

Meira, um hesar ásetingar, er at finna í §1 - 10 í skipakunngerðini, t.e. Kunngerð nr. 161 frá 18. desember 1995 um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum.