Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirkanningar fyri bróstkrabba

Jóna Mariusardóttir Mortensen setur Karsten Hansen, landsstýrismanni í Heilsumálum, skrivligan fyrispurning um eftirkanningar fyri bróstkrabba. Hetta ger hon eftir grein 52a

Spurningar:
1. Nær kunnu kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba og eru í eini skipan, har tær ganga til eftirkanning (kontroll), vænta, at skipanin fer at virka optimalt aftur? 

2. Metir landsstýrismaðurin, at skipanin við eftirkanningum fyri bróstkrabba virkar nóg væl? Og um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera við tað? 

Viðmerkingar 
Spurningarnir verða settir, tí sum er, eru tað fleiri kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, sum hava fingið bræv um, at eftirkanningin er útsett vegna manglandi lækna.

Hesar kvinnur hava nú bíðað í upp til 2 mánaðir og eru sera ørkymlaðar. 

Tað at fáa staðfest krabbamein er í sjálvum sær eini sera skelkandi boð at fáa. Ta fyrstu tíðina aftaná følir ein seg mest sum í leysum lofti. Tí er tað sera umráðandi at trygdarnetið, sum heilsuverkið jú skal vera, er so effektivt, sum til ber. Nógvar kvinnur ganga til eftirkanning triðja hvønn mánað, tí undrar tað meg stórliga, at hesar kvinnur soleiðis verða sleptar upp á fjall og ikki sleppa til kontroll til tíðina, men mugu bíða, uttan at vita hvussu leingi.

Jóna Mariusardóttir Mortensen
Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin