Eftir stoltenberg: sannleikans tími fyri realpolitiska viljan
Samráðingarnar um makrelveiðuna eru lyftar upp á politiskt stig, og sannleikans tími er komin fyri góðu føroysku grundgevingarnar og fiskivinnupolitiska viljan og hegnið at røkka einari semju - Føroyar hava eina góða sak.
Vitjanin hjá norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg, í Føroyum var væl eydnað - eisini tí, at samráðingarnar um makrelveiðuna nú eru lyftar upp á politiskt stig.
Hetta var tað einasta skilagóða at gera.
Nú er tað so upp til landsstýrismannin í fiskvinnumálum og norska fiskivinnumálaráðharran at røkka einari semju.
Øðrumegin skulu Føroyar hava sín rímiliga part av heildarveiðuni, og hinvegin skulu vit sleppa okkum undan ES-revsitiltøkum, ið fara at skaða føroyska vinnu og vinnulig áhugamál.
Her krevst realpolitiskur vilji og gott hegni fyri at koma á mál.
Føroyar hava eina góða sak. Men útgangsstøðið hjá landsstýrismanninum er órógvandi. Úttalilsi hansara fyrradagin í Útvarpinum benda á, at hann hevur hug at síggja trupulleikar fram um møguleikar. Man landsstýrismaðurin ikki í nóg stóran mun trúgva uppá føroysku argumentatiónina? Tað er hóast alt hon, ið skal flyta samráðingarnar munandi okkara veg.
Í grundini er sannleikans tími komin fyri fiskivinnupolitikkin hjá hesi samgonguni.
Løgmaður og Stoltenberg standa sjálvandi við síni orð. Um landsstýrismaðurin og ráðharrin koma til kort, so skal makrelsamráðingin flytast longur upp eftir politiska stiganum, tvs. upp til løgmann og norska uttanríkisráðharran.
Helst verður tað endin.
Hóskandi kundi løgmaður við tað høvið boðið íslendska uttanríkisráðharranum og ES-kommisserinum í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki, við til samráðingarnar, so semja kann røkkast saman við hinum strandalondunum.
Slíkar samráðingar eiga at verða her í Føroyum.
Sambandsflokkurin á Christiansborg
Edmund Joensen, fólkatingsmaður