Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað gongur gott hjá parinum, og mixparinum í Alpunum. Eftir fýra umfør liggja tey á einum 2. plássi. Umleið ein hálvan tíma upp til førandi liðið, og góðan hálvan tíma niður til liðið á triðja plássi.

-        Vit blivur nr. 2 aftur í dag aftaná longstu klintring eg so nakrantið havi roynt, segði ein troyttur Helgi eftir drúgvu kappingina ígjár.

Helgi, Lisette og øll hini skuldu súkkla nógvar hæddarmetrar ígjár. Heilar 1730 metrar, og fleiri staðni var hallið omanfyri 25 %. Lisette og Helgi komu sum sagt á mál sum nummar tvey, og tey brúktu 5 tímar og 51 minuttir um drúgva teinin. Tey hava nú súkklað í góðar 15 tímar, og samanlagt liggja tey góðan hálvan tíma eftir førandi mix-liðið eftir fýra umfør.

Lesi meira her um kappingina: 

http://my2.raceresult.com/49048/results?lang=de&_ga=1.124315210.1521828831.1473851126#