Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Effektivisering er greiði málsetningurin

Tá Tórshavnar kommuna keypti fýra bygningar frá BankNordik, var tað við tí greiða málsetningi at samla, rationalisera og effektivisera alla umsitingina.

Tá Tórshavnar kommuna fyrr í ár keypti teir báðar bankabygningarnar hjá BankNordik við Steinatún og í Húsagøtu, umframt bygningin har Skyn húsast í Tórsgøtu, og bygningin, har Guðrun & Guðrun halda til í gongugøtuni, fyri tilsaman 92 mió kr., var tað við tí greiða málsetningini at samla og effektivisera umsitingina hjá kommununi mest møguligt.

Umsitingin hevur leingi hildið til á fleiri adressum kring um í býnum. Kommunan hevur júst broytt allan fyrisitingarbygnaðin við færri leiðarastørvum og einum leiðslustigi minni. Hetta er alt partur av somu rationaliseringum.

Effektivisera við at samla umsitingina

Fyrsta stig í hesum sambandi er at savna teknisku fyrisitingina í teimum báðum ovastu hæddunum í bankabygninginum við Steinatún. Í 2015, tá BankNordik flytir út úr teimum báðum niðastu hæddunum í bankabygninginum í Steinatúni, verður miðfyrisitingin hjá kommununi savnað á hesum báðum hæddunum.

Tað er spell, at ikki øll síggja fyrimunirnar í hesum, men royna at lýsa klárgeringina av skrivstovuhølunum sum eitt mál um oyðsl av pengum hjá kommununi.

Keyptu ikki liðug skrivstovuhøli

Kommunan keypti bygningarnar uttan innbúgv og útgerð og í tí standi, teir vóru. Eitt nú skuldi stórur partur av 3. hædd, har BankNordik hevði sína kantinu, umbyggjast til skrivstovuhøli.

Borgarstjórin boðaði frá á býráðsfundinum í vár, har heimild var játtað at keypa bygningarnar, at keypspeningurin skuldi fíggjast av íløgum og við sølu av bygningum, sum kommunan ikki longur kom at tørva, meðan klárgeringin av hølunum skuldi fíggjast av rakstri. Hetta lat seg gera, tí avlop var á nøkrum rakstrarkonti í 2012, haðan peningurin til klárgeringina skuldi finnast.

Stjórn, umsiting og ráðgevarar fóru síðani í holt við arbeiði.

Býráðið og fíggjarnevnd ynsktu at arbeiðast skuldi skjótt

Arbeiðið skuldi ganga skjótt og arbeiðast skuldi tí bæði yvirtíð og í summarferiutíð í juli mánaða. Hetta gjørdi, at arbeiðið bleiv dýrari, men tað hevði stóran týdning fyri kommununa, at hølini vórðu tikin í nýtslu skjótt, so farast kundi undir at selja bygningarnar, ið vóru til avlops.

Fyrst í september vóru hølini í teimum báðum ovastu hæddunum í bankabygninginum klár til teknisku fyrisitingina. Fíggjarnevndin hevur fingið kunning um arbeiðið í bankabygninginum í Steinatúni.

Tað er ikki soleiðis, sum Sosialurin roynir at leggja hetta út. Stjórnin, borgarstjórin og umsitingin hava arbeitt eftir tí leisti, sum stungin var út í kortið longu í samband við keypið, at klárgeringin av hølunum skuldi rindast av rakstri.

Tí kann tað bert undra, at onkur fíggjarnevndarlimur nú ikki sigur seg vilja nýta neyðuga peningin, soleiðis at starvsfólkini fáa hóskiligar umstøður at virka undir, tí tað er í veruleikanum bert tað, hetta málið snýr seg um – at skapa nøktandi umstøður fyri at náa tí effektivisering, sum býráðið hevur sett sær sum mál.

Kostnaðurin er heldur ikki 6 mió, sum Sosialurin skrivar. Kommunur rinda 6,25% mvg og ikki 25%. So longu har er roknað nærum eina miljón við síðuna av.

Sammanumtikið er sostatt talan um eitt munagott átak, sum betrar arbeiðsumstøðurnar, effektiviserar umsitingina og harvið økir munandi um trivnaðin hjá okkara starvsfólki.

Heðin Mortensen

borgarstjóri