![](/myndir/myndin-17026_r_705_0.jpg)
Edmund spyr um herðnarliga virksemið á Eiðið og Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 21. august 2018 sett Ríkisumboðnum í Føroyum, ein skrivligan fyrispurning (§ 53, stk. 5) um hernaðarliga virksemið á Eiði og Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga
Kann Ríkisumboðið greiða nærri frá:
1. Heitt verður á
ríkisumboðið um at kanna, um til ber at leita fram ætlanir, tekningar og
yvirlit, sum finnast um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir
seinna veraldarbardaga?
2. Um hetta tilfar
finst, í hvønn mun er hetta alment atkomuligt, og kann hetta tilfar latast
føroyskum myndugleikum?
Í viðmerkingunum til
skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at tað hevur
stóran áhuga, bæði søguliga og nú, tá ferðastreymurin til Føroya økist í
stórum, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir seinna
veraldarbardaga, her serliga um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli.
Endamálið
við útvegan av hesum tilfari er at skapa tilvitan um, í hvørjum høpi Føroyar
vórðu partur av teimum herðnarskipanum, sum vórðu stovnaðar undir seinna
veraldarbardaga, um ítøkiliga týdningin av Eiðiskolli o.a., og brúka tilfarið
sum almenna upplýsing í undirvísing, kunning til ferðandi o.a.
Tilfarið,
sum her verður hugsað um, eru ætlanir, tekningar og yvirlit yvir økið við
Eiðiskoll, sum jú nógvar søgur ganga um og sum var eitt av týdningarmestu
útsýnisstøðunum á norðurmótinum.
At enda sigur Edmund
Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at væl vitandi um, at virksemið
fór fram undir bretskum hervaldi, so umfatar fyrispurningurin eisini virksemið
hjá danska hervaldinum, sum Føroyar eru partur av, tá í samstarvi við bretska
hervaldið.
Slíkt søguligt tilfar
við upplýsingum um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli hevur serligan almennan
áhuga bæði á Eiði og í lokaløkinum sum liður í Føroya søgu undir seinna
veraldarbardaga.
Sambandsflokkurin