Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Edmund Joensen spyr løgmann - vil hava greiðu á avtalu

Dan Klein --- 01.02.2018 - 09:11

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Aksel V. Johannsen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning um avtalu millum Føroyar, Ísland og Grønland - vísandi til uttanríkispolitisku heimildarlógina. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Var talan um, at landsstýrismaðurin hevði undirskrivað formliga avtalu við Ísland og Grønland - hvørjar ásetingar í avtaluni vísa, at henda er ein formliga bindandi avtala?

2. Ella var talan um, at landsstýrismaðurin hevði undirskrivað eina politiska yvirlýsing - hvørjar ásetingar í avtaluni vísa, at henda er ein politisk yvirlýsing uttan formligar bindingar?

3. Hevði landsstýrimaðurin samskift og samstarvað við ríkismyndugleikan um málið eftir uttanríkispolitisku heimildarlógini?

4. Kann ein landsstýrismaður mótmæla og nokta fyri at møta á fundi, har landsins áhugamál eru til viðgerðar og framvegis metast at umsita á fullgóðan hátt?

5. Hvat segði umsitingin hjá landsstýrimanninum um málið - hvørji ráð fekk hann frá umsitingini? 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at tað eru fleiri føroyingar, sum enn ivast í, hvat veruliga er farið fram, tá landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, valdi ikki at møta á ráðstevnu 1. desember 2017 í Keypmannhavn - ein ráðstevna, ið nevndist: International High-Level Conference “The SDGs in the Arctic: Local and Global Perspectives.” 

Grundgevingin hjá landsstýrismanninum, Poul Michelsen, fyri ikki at møta var, at danski uttanríkisráðharrin hevði ógyldað avtalu, sum landstýrismaðurin hevði gjørt við Ísland og Grønland. Landstýrismaðurin valdi at avlýsa sína luttøku á avtalaðu ráðstevnuni í Keypmannahavn, sjálvt um hann sjálvur var medfyrireikari av henni.

Danski uttanríkisráðharrin varð endurgivin fyri at siga, at meira ítøkiligt hevði komið burturúr, um landsstýrismaðurin hevði verið við á fundinum.

Tað er trupult at lesa annað av avtaluni millum londini, sum varð lýst ógyldug, at henda er ein formlig avtala - og ikki ein politisk yvirlýsing. Avtalan ber heitið: Cooperation Agreement between the Governments of the West Nordic Countries. Tí ber eisini illa til at síggja tað øðrvísi enn, at landsstýrismaðurin átti at fylgt ásetingunum í uttanríkispolitisku heimildarlógini.

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at fyri at finna út av, hvat vendir upp ella niður í hesum máli, er neyðugt at seta løgmanni hesar fyrispurningar. 

Løgmaður hevur eftirlit við landsstýrismonnum, og at teir umsita síni málsøki eftir lógini og á fullgóðan hátt, fyrisitingarliga og fíggjarliga.

Sambandsflokkurin