Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Edmund Joensen í týðandi fólkatingsnevnd

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Fólkatingsmaðurin Edmund Joensen er í dag vorðin fastur limur í eini teirri mest týðandi fólkatingsnevndini, Uttanríkispolitisku Nevndini, har ið m.a. uttanríkispolitikkur og verjupolitikkur Ríkisins eru til viðgerðar

Fleiri flokkar á Christiansborg hava í dag skipað seg innanhýsis og mannað tær ymsu nevndirnar í Fólkatinginum.

Í tí sambandi hevur Vinstriflokkurin sett Edmund Joensen, fólkatingsmann fyri Sambandsflokkin, í Uttanríkispolitisku Nevndina sum fastur limur.

- Fyri Føroyar er tað sera relevant, at ein føroyskur fólkatingsmaður er fastur limur í Uttanríkispolitisku Nevndini. Fleiri av teimum týðandi felagsmálunum millum Føroyar og Danmark verða viðgjørd í hesi nevnd, t.d. uttanríkispolitikkurin og verjupolitikkurin. Tann politikkin vil eg sum fólkatingsmaður úr Føroyum hava ávirkan á, sigur Edmund Joensen.

Sessurin hjá Edmundi Joensen í Uttanríkispolitisku Nevndini er ein av teimum týðandi, ið at kalla bert verður latin politiskum leiðarum og royndum politikarum.

Vinstriflokkurin hevur soleiðis eisini valt Lars Løkke Rasmussen, fyrrv. forsætisráðharra, Søren Pind, fyrrv. integratiónsráðharra, og Ellen Trane Nørby, politisku framsøgukvinnuna hjá Vinstra, í Uttanríkispolitisku Nevndina.

Edmund Joensen, sum var fyrsti føroyski formaðurin í Føroyanevndini, er nú næstformaður í teirri nevndini.

Harumframt hevur hann við avtalu síni við Vinstraflokkin atgongd til allar aðrar fólkatingsnevndir.