Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Edmund Joensen: Ein sannur Føroyavinur er farin

Ár eftir ár hevur heimsfevnandi reiðaríið A.P. Møller-Mærsk og Føroyavinurin Mærsk Mc-Kinney Møller trúliga dugnað føroyingum bæði búskaparliga og mentunarliga.

Kring allan knøttin sýna fólk Mærsk Mc-Kinney Møller ein seinasta heiður, nú hann dróg seinasta andadráttin á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn týsmorgunin 16. apríl.

Í Føroyum gera mong tað sama, og tað av røttum.

Danska konglomeratið og familjufyritøkan, ið gamli Peter Mærsk Møller stovnaði í fyri 108 árum síðani, hevur dugnað føroyingum og Føroyum á so mangan hátt.

Altjóða royndir við Mærsk

Eitt er, at føroyskir sjómenn í túsundatal hava sæð og framvegis upplivað heimin ígjøgnum brillurnar hjá A.P. Møller-Mærsk. Saman við Ø.K. var A.P Møller-Mærsk stóri arbeiðsgevarin hjá okkara landsmonnum, sum vildu út at sigla á teimum sjey heimshøvunum – við teimum gomlu trampskipunum og síðani í linjusigling og við tangaskipum.

Soleiðis hava føroyingar í nógv Harrans ár vunnið sær altjóða royndir og breiðkað sín sjónarring í vinnu hjá Mærsk.

Ár eftir ár hevur reiðaríið havt serliga gott eyga til dugnaligar og álítandi føroyskar sjómenn, sum í stórum tali eru og hava verið yvirmenn hjá Mærsk. Soleiðis eiga føroyingar sín lut í, at reiðaríið er vaksið og vorðið ein heimsfevnandi vinnulig sólskinssøga

Fíggjað SALT og aðra mentan

Ongin eigur at ivast í, at hópin av pengum er vunnin heim til Føroya undir ljósabláa flagginum við sjeykantaðu, hvítu stjørnuni.

Annað er, at A.P. Møller-grunnurin, ið Mærsk Mc-Kinney Møller sjálvur stýrdi í mong ár, hevur fíggjað føroyska mentan. Grunnurin setti m.a. pening í útbyggingina av Norðurlandahúsinum og í Kolturs-verkætlanina á sinni.

Seinasta átakið her heima er Saltsilo-verkætlanin. Hon gjørdist veruleiki, tí Mærsk og hansara fólk sóu góða endamálið og møguleikarnar í tí.

Ein vinur farin

Úr Føroyum eiga vit at senda gamla Mærsk ein takksaman tanka, nú hann legði árarnar inn.

Vit hittust við ymisk høvi, og hesin sanni Føroyavinurin hevði ektaðan áhuga fyri tí, sum rørdist millum føroyingar.

Á Esplanaduni hava tey øll árini virkað eftir setninginum hjá A.P. Møller: "Intet tab skal os ramme, som ved rettidig omhu kunne afværges".

Vísdómsorðini kunnu vit øll taka til okkum. Tey hava prógvað sítt virði.

Hervið ein seinasta heilsan til Føroyavinin Mærsk Mc-Kinney Møller.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin