Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Edmund J. við stjórnina: Danskir næmingar mugu vita meira um Ríkisfelagsskapin

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: - Danska stjórnin má taka seg saman og tryggja, at vitanarstøðið hjá donskum skúlanæmingum hækkar, tá ið tað snýr seg um Ríkisfelagsskapin, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, ið ger donsku stjórnini kunnugt, at bæði í fólkaskúlanum og á miðnámsútbúgvingum í Danmark er kunnleikin til Føroyar og Grønland alt ov lítil.

- Tað er so upplagt, at næmingar í fólkaskúlanum og á miðnámsútbúgvingum í Danmark fáa ein grundleggjandi kunnleika um Ríkisfelagsskapin, Føroyar og Grønland. Sum er, er vitanarstøði alt ov lágt.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum hevur fingið svar frá danska barna- og undirvísingarmálaráðharranum, Christine Antorini (S), til ein spurning, ið hann hevur sett ráðharranum um undirvísing um Ríkisfelagsskapin.

- Mín tulking av svarinum er, at tað ber væl til at hækka vitanarstøðið, men at sosialdemokratiska stjórnin treyðugt sjálv vil gera nakað við hetta, tí hon er rædd fyri at gera seg inn á donsku skipanina, har ið kommunur og skúlar sjálvi taka avgerð um innihaldið í undirvísingini. Hetta er ikki nóg gott, sigur Edmund Joensen.

Hann ætlar at arbeiða víðari við málinum í donsku skipanini fyri at vita, um tað ikki kortini man bera til at gera nakað við vitanarstøðið.

- Vit, sum eru í Ríkisfelagsskapi saman, eiga at vita meira um hvønnannan. Tað er ikki annað enn náttúrligt".

Spurningurin hjá fólkatingsmanninum er grundaður á eina kanning hjá granskaranum, Tina Adele Hoff, í bókini "Danmark og Færøerne".

Kanningin vísir m.a., at næmingar á donskum miðnámsskúlum hava sera lítla vitan um Føroyar.

Les meira:

Grønlendska Kringvarpið, KNR: "Lær eleverne mere om Rigsfællesskabet"

http://www.knr.gl/da/nyheder/l%C3%A6r-skoleeleverne-mere-om-rigsf%C3%A6llesskabet

Føroyska Kringvarpið: "Danir eiga at vita meira um Føroyar og Grønland"

http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/03/21/danir-eiga-at-vita-meir-um-foroyar-og-gronland

Um bókina "Danmark og Færøerne"

http://www.mtp.hum.ku.dk/details.asp?eln=203398 Dokumentatión:

Les spurningin hjá Edmundi Joensen og svarið frá Christine Antorini:

http://edmundjoensen.fo/Files/Filer/21032013%20Spurn.%20_%20Svar%20um%20vitanarstig%20um%20R%C3%ADkisfelagsskapin.pdf

Heimasíða:

www.edmundjoensen.fo

Facebook:

www.facebook.com/christiansborg