Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Earth Hour: Ynski um ein reinari himmal

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, helt røðu á Earth Hour, sum varð hildið 23. mars 2013.

Gott kvøld øll somul!

Hjartaliga vælkomin oman á Vaglið í kvøld. Hugnaligt at vit eru so nógv um hetta umhvørvisátak.

So seint sum í fyrrakvøldið sótu vit beint her yviri í býráðssalinum og tóku støðu til eina endamálsorðing til ein orkupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Vit ynskja, at høvuðsstaðurin er burðardyggur búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga, og í sokallaða "Grøna Skjalinum" hava vit lagt dent á, at vit vilja minka um orkunýtsluna.

Ein av høvuðstáttunum í hesum arbeiði er at greina, hvussu kommunalt virksemi kann skipast, soleiðis at kommunurnar ganga á odda viðvíkjandi orkusparing og minking av skaðiligum árini á umhvørvið.

Vit kunnu gera hetta á fleiri hættir. Vit kunnu til dømis minka um orkunýtsluna, nýta minni av fossilum og dálkandi orkukeldum og meira av alternativum orkukeldum.

Konkret dømi eru, at vit nú útbyggja eina orkusparandi gøtuljósskipan í kommununi - og samstundis lata vit øki til SEV til stóra ætlan við vindmyllum í Húsahaganum.

Hetta er alt partur av okkara royndum at seta í verk virðisorðini hjá kommununi um "Virðing, Mennning og Trivnað", nakað, sum vit rokna við, at allir borgarar í kommmununi taka undir við.

Okkum tørvar alla tíðina at verða mint á tann beiska veruleika, at okkara umhvørvi støðugt er í vanda. Onkur hevur orðað tað soleiðis, at vit hava bara umhvørvið til láns frá okkara børnum og eftirkomarum.

Tí eru átøk sum hesi eitt gott høvi at gera vart við, at vit ynskja at geva broytingunum í umhvørvinum ans - og at vit ynskja at gera nakað við tað í praksis.

Um tað at vit sløkkja eina løtu í kvøld ger so stóran mun umhvørvisliga, veit eg ikki. Men tað er helst heldur ikki meiningin.

Ætlanin man heldur vera at fáa okkum, sum stødd eru í høvuðsstaðnum í kvøld, saman við miljónum av fólki í alheims høvuðsstøðum, at minna hvønn annan á, at vit eru við í bardaganum móti øllum tí, sum hóttir okkara umhvørvi.

Tað man vera tí, hetta átak hevur so góða undirtøku um allan heim. Í kvøld sløkkja miljónir í ein tíma, fyri á tann hátt at vísa heimsins ráðandi, at vit vilja hava ein enda á globalu dálkingini, sum hóttir umhvørvið.

Hesin eini sløkti tímin kann so brúkast til at skapa hugna við kertuljósum og øðrum, ella sum vit gera nú, at hittast til gaman og álvara. Vit gera eina samfelagsgagnliga sparing og søguligar staðfestingar til eina persónliga uppliving fyri øll.

Og lat okkum vóna, at nú tíðin skjótt nærkast, at Tórshavn verður miðstøð fyri túsundtals útlendingar, sum vilja síggja eina totala sólarmyrking hiðani, at vit kunnu siga, at orsakað av okkara felags arbeiði fara vit at staðfesta, at úrslitið bleiv ein reinari himmal, har lættari var at kaga eftir stjørnum!

Túsund takk til tykkum øll, sum skipa fyri, serliga ungdómshúsini, takk til tónleikarar, sangarar og øll onnur, sum hava gjørt løtuna so hugnaliga og minniliga.

Og takk til tykkum, sum eru komin saman her í kvøld.

Gleðiligar páskir øll somul !

Heðin Mortensen,

Borgarstjóri