Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Earth Hour - ein tími fyri skaparaverkinum

26. mars var aftur Earth Hour. Hetta tiltak verður hildið einaferð um árið um allan heim fyri at gera fólk varug við stóru ovurnýtsluna av tilfeinginum hjá jørðini. Tiltakið hevur verið hildið síðani 2007 og verður eisini markerað ymsastaðni í landinum.

Ein nýtist ikki at selja seg fullkomiliga til dagsskráir hjá umhvørvisfelagsskapum fyri at stuðla hesum tiltaki.

Eingin eigur ognarrætt at fagna jørðini, og øll kunnu taka undir við grundleggjandi boðskapinum, at vit eiga at verja okkara umhvørvi, okkara skaparaverk.

Vit kunnu ikki loyva okkum at fara so illa við skaparaverkinum, at okkara eftirkomarar arva eina niðurslitna jørð við alsamt færri møguleikum og alsamt fleiri trupulleikum.

Vit kunnu ikki loyva okkum at sita við veitsluborðið og lata komandi ættarlið rudda upp eftir okkum.

Heimasíðan hjá Earth Hour skrivar m.a., at vit fáa mat, vatn, luft og aðrar tænastur frá náttúruni fyri ikki færri enn 125 trilliónir dollarar hvørt ár, og Føroyar eru eitt samfelag, ið meiri enn onnur lond fær ókeypis ágóðar frá náttúruni. Fá lond eru so tilfeingistengd og umhvørvistengd sum Føroyar.
 
Føroyingar eiga at fagna skaparaverkinum
Um ikki eitt samfelag, ið beinleiðis livir av náttúruni, skal markera skaparaverkið, hvør skal so?

Vit áttu sum føroyingar at staðið fremstir at fagna okkara fantastiska umhvørvi, ið gevur okkum so nógv bæði búskaparliga, men eisini púra ókeypis at gleðast um.

Vit fagna tjaldrinum og várinum á Grækarismessu, men vit hava eisini tørv á einum degi, har vit veruliga steðga upp, hyggja kring um okkum og skoða, hvussu nógv vit hava fingið og hvussu nógv vit hava at missa, um vit ikki ansa eftir.

Tað er sanniliga nógv at gleðast um í okkara landi. Nógv øki kring alt landið eru vard og koma bæði djórum og menniskjum til góðar. Hinvegin eru onnur øki, ið ongan góðan eiga, men høvdu uppiborið at verið sýnd fram í allari síni dýrd.

Hendan dagsskráin kemur nógv betur til sín rætt við einum felags fagnaðardegi enn við áhaldandi at júka og kritisera. Heldur enn at spjaða, eiga vit av savnast um umhvørvið.

Eg fái hug at ynskja øllum eitt gott vár við einum versi úr einum sangi hjá Jens Dam Jacobsen, ið lýsir vakurleikan so ómetaliga væl:

”Vaknaður vársins songur. Á hestbaki genta og drongur hvørva um lyngbrúnan hól. Feta á fjalli, eygleiðandi varðar, syngjandi sprund, meðan silvitnisskærar vágirnar kyssast av sól.”

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin