Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á veg á fyrsta samráðingarfundin. Frá vinstru eru tey Birita Hammer Jacobsen, umsitingarleiðari í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, forkvinna, Elin N. W. Tausen, nevndarlimur, Wenzel Olsen, skrivari, og Jannie í Skálum, nevndarlimur.

Dysturin er bríkslaður í gongd

Fyrrapartin var fyrsti fundurin millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin í samráðingunum um nýggjar sáttmálar. Gomlu sáttmálarnir eru uppsagdir at fara úr gildi 1. oktober.

Á hesum fyrsta fundinum, sum varð hildin í Fíggjarmálaráðnum á Argjum, handaðu partarnir hvør í sínum lagi krøv og ynski um broytingar í mun til verandi sáttmála og avtalaðu annars ein skrá fyri ítøkiligu samráðingunum.

Øll nevndin, umsitingarleiðarin og advokaturin vóru við úti í Fíggjarmálaráðnum í dag, men soleiðis verður ikki á komandi samráðingarfundum. Nevndin í Pedagogfelagnum hevur nevniliga gjørt av at lata samráðingarnar upp í hendurnar á einum samráðingarbólki mannaður av forkvinnuni Maud Wang Hansen, Jógvani Philbrow, næstformanni, og Pálli Nielsen, advokati.

Pedagogfelagið hevur tríggjar sáttmálar – ella tveir sáttmálar og eina avtalu – við tað almenna: Ein við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um pedagogarnar, ein við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um pedagogisku hjálparfólkini og ein við Fíggjarmálaráðið um tænastumannasettu pedagogarnar.

Við hesum vil felagið gera sítt til, at samráðingarnar kunnu verða smidligari og effektivari samanborið við fyrr, tá øll nevndin sat um samráðingarborðið á øllum fundunum.

Restin av nevndini verður tó alla tíðina kunnað og spurd eftir og hevur eisini høvuðsábyrgdina av at halda sambandið til alt baklandið, serliga álitisfólkini, ið verða støðugt kunnað umvegis nýggja intranetið hjá felagnum.

Her á heimasíðuni verður eisini alla tíðina fylgt við gongdini, og so skjótt okkurt nýtt er at frætta, verða tíðindini borðin her.

Enn verða kortini hildin rættiliga tætt at kroppinum, sum vanligt er, tá samráðingar byrja, men Maud Wang Hansen hevur fyrr sagt, at fokus fer at verða á løn og trivnað, og at undirliggjandi málið eisini er at gera okkurt munagott at steðga fólkafráflytingini. Størsti vandabólkurin her er júst kjarnan í limaskaranum hjá Føroya Pedagogfelag.

"Okkara áhugamál hava neyvan nakrantíð áður verið í betri samsvar við áhugamálini hjá øllum samfelagnum annars enn hesaferð. So vit hava sjálvsagt góðar vónir um eitt gott samráðingarúrslit, og eg vænti eisini, at vit 1. oktober hava ein nýggjan, undirskrivaðan sáttmála at seta í staðin fyri henda, sum fer úr gildi tá", sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum.

Kelda: www.pedagogfelag.fo