Neistin: Dystir í dag
Í dag hevur Neistin heimadystir hjá bæði Sunset og Atlantic Airways. Kvinnurnar taka í móti Stjørnuni, meðan menninir taka í móti H71.
Neistakvinnur hava higartil vunnið allar dystirnar og tað greitt eisini – og eru nú einsamallar fremst. Út frá tí eru tær sjálvsagt favorittar til dystin í dag. Men tað er kalt á toppinum og favorittheitið er ikki lætt at bera. Vit kunnu tí vænta ein spennandi dyst í dag, har Stjørnan, sum vantar stig, kemur við 100% motivatión. So, skulu Neistakvinnur vænta sær at vinna, mugu tær spenna seg út í dag.
Mansliðið hevur hinvegin havt eina trilvandi byrjan. Um vit taka umberingarnar fyrst so hevur Neistin seinastu árini so at siga vunnið tað mesta og eru kanska ikki so “svangir” sum hinir. Harumframt hevur liðið leikt fýra evropa-cup dystir – sum eisini metta. Omaná hetta eru tvey venjaraskiftið farin fram og taka vit alt við, so eru so frægir leikarar sum David og Ingi ikki við meira, umframt at fleiri av unglingunum, sum hava staðið á gáttini, eru farnir uttanlands.
Tá ið nú hetta er sagt, so skal eisini sigast, at lívið gongur víðari og vónandi hevur liðið verið ígjøgnum “niðurtúrin”, sum hoyrir til slíkar broytingar og er á veg uppaftur. H71 er í løtuni á næstaftasta plássi, men tað eru bara 2 stig upp til nr. so einki er at ivast í, at Hoyvíkingar eru tendraðir. Eitt er í hvussu so er vist, og tað er at vit fáa ein spennandi dyst í dag, har einki er givið frammanundan.