Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dýrini ferðast eisini um jólini, men tað eru mannagongdir

Nú jólini nærkast, og nógv fólk ferðast til og úr Føroyum, verður her gjørt vart við reglurnar fyri innflutningi og ferðing við kelidjórum.

Tað er týdningarmikið, at ferðslan við hundum og kettum til Føroyar ikki gerst ov stór. Grundin til hetta er, at tess fleiri djór, ið vera innflutt (og koma heimaftur til Føroyar úr feriu), tess størri gerst vandin fyri, at onkur sjúka eisini kemur við. Hetta er tíverri eisini galdandi, hóast øll djórini eru koppsett og viðgjørd, tí hóast vandin fyri sjúkum minkar, hevur einki koppingarevni og eingin heilivágur 100% virkni hjá 100% av djórunum. Tí eru tað bert fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, ið kunnu innflyta hundar, kettur og onnur kelidjór til landið, og tí er ikki loyvt eigarum, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, at hava hund ella kettu við til Føroyar at ferðast.

Reglurnar eru settar fyri at tryggja, at smittandi djórasjúkur ikki verða bornar til landið. Úti í heimi eru djórasjúkur, sum ikki eru í Føroyum, og ein av grundunum til hetta er, at Føroyar eru landafrøðiliga avbyrgdar. Ferðing og innflutningur av djórum er tó øktur nógv seinastu árini, og hetta ger, at vit í alt størri mun eru noydd at seta tiltøk í verk, um vit vilja verja okkara djór ímóti smittandi sjúkum, ið ikki eru her frammanundan.

Við jøvnum millumbilum gera ymiskar hunda- og kettusjúkur um seg í okkara grannalondum. Fleiri av hesum sjúkunum, ið eru vanligar aðrastaðni, eru ongantíð staðfestar í Føroyum, og tí er tað umráðandi at vit eru sera varin, tá ið hundar og kettur koma til landið.

Innflutningur
Fyri at verja okkara føroyska hunda- og kettustovn best møguligt, skulu allir hundar og allar kettur, ið verða innflutt til Føroyar, vera koppsett fyri tær vanligastu og tær vandamiklastu sjúkurnar í góðari tíð, áðrenn tey koma til landið. Eisini er krav um heilsukanning hjá djóralækna og viðgerð fyri sníkar (parasittar).

Ferðing
Eisini kunnu eigarar, sum hava fastan bústað í Føroyum, fara í útlond at ferðast, og hava hundin ella kettuna við. Eisini tá skulu allir hundar og allar kettur verða koppsett fyri tær vanligastu og tær vandamiklastu sjúkurnar í góðari tíð, áðrenn tey koma aftur til landið, eins og krav er um heilsukanning hjá djóralækna, og viðgerð fyri sníkar (parasittar) bæði áðrenn fráferð og eftir afturkomu til Føroyar.

Tá ið talan er um ferðing, skal djórið ikki vera burtur longri enn 3 mánaðir. Verður tíðarskeiðið í útlandinum longri enn 3 mánaðir, er neyðugt at innflyta hundin ella kettuna av nýggjum. Tá ið farið verður at ferðast við hundi ella kettu, er tað eisini týdningarmikið at kanna hjá avvarðandi myndugleika í landinum, sum ferðast verður til, hvørjar treytir eru fyri at hava viðkomandi djór við.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er kunning um treytir, og neyðug oyðibløð, til tá ið kelidjór verða innflutt, ella farið verður út at ferðast.

Øll kravd skjøl skulu vísast tollvaldinum, tá djórini koma til landið, antin á flogvøllinum ella á kaiini. Hetta fyri at skjalaeftirlit kann gerast, so tað harvið kann tryggjast, at alt er í lagi.