Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dygga álitisváttan frá altjóða dekk-ketuni First Stop

Super Dekk / FirstStop Atlantic sum er limur í altjóða dekk-ketuni First Stop, fekk í vikuskiftinum eina dygga álitisváttan fyri góðan innsats í 2014 / 15. 

Tíðindaskriv

Hetta var tá árligi fundurin “FirstStop KickOff”, sum altíð er fyrsta vikuskifti í marts mánaði var hildin á Hotel Comwell Køge Strand í vikuskiftinum 07-08.marts.

Her fekk stjórin í FirstStop Atlantic, Fríðrikur Bláhamar frammanfyri stórari mannamúgvu at vita at fyritøka hansara Super Dekk / FirstStop Atlantic, var vald til “Årets Samurai”.

Grundgevingar fyri hetta er millum annað, at starvsfólkini eru í eyðkennisbúna, at fyritøkan brúkar altjóða FirstStop eyðkenni, og annars er við í teimum felags átøkum sum eru á skránni, og er við til at menna FirstStop ketuna.