Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dvalarviki gjørdur við Fossá

Dan Klein --- 06.07.2017 - 09:29

SÓLJULEIÐ: Fossurin í Fossá nærhendis Haldórsvík er ein tann hægsti fossurin í Føroyum, og nú ber til at njóta ein steðg og skoða hendan stórbæra fossin. Í samstarvi við Sunda kommunu hevur Landsverk gjørt ein sonevndan dvalarvika við Fossá, har ferðandi og onnur kunnu seta bilin frá sær og njóta eina av náttúruperlunum í Norðurstreymoy.

Landsverk arbeiðir áhaldandi við at útbyggja sonevndu “sóljuleiðirnar”, sum eru landavegateinar við lítlari ferðslu, men sum kunnu geva stórar náttúruupplivingar bæði í bilinum og ikki minst við at steðga á. Her kunnu bæði føroyingar og ferðafólk koyra spakuliga, njóta koyritúrin og náttúruna, ella fara úr bilinum uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars.

Ein liður í hesum er at gera dvalarvikar, har til ber at seta bilin frá sær og seta seg við eitt borð og njóta náttúruna við ella uttan ein kaffimunn ella annað gott.

Nýggjasti dvalarvikin varð liðugur í síðstu viku, og hann liggur við ta vøkru Fossá nærhendis Haldórsvík við Tjørnuvík sum norðastu bygd á hesum vegateini.
 
- Dvalarvikar verða lagdir á støðum, har ferðafólk kunnu uppliva náttúruna á ein serligan hátt, og har vit gera so smá inntriv í náttúruna sum gjørligt, sigur Armgarð Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki. Tí hevur landslagsarkitektur verið við í allari tilgongdini bæði við sóljleiðum og dvalarvikum.

Sunda kommuna ger nógv burtur úr ferðavinnuni, og tí passar tað kommununi væl, at tað nú eru enn fleiri møguleikar hjá ferðafólkum og øðrum vitjandi at steðga á har norðuri. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, var sjálvandi ein av teimum, sum var við til løtuna við Fossá fríggjadagin í síðstu viku, har kommunan bjóðaði teimum vitjandi ein kaffimunn.

Eisini Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, var hjástaddur hendan dagin, og hann frøddist eisini um átakið. Eisini dámdi honum væl at síggja, at borð og stólar vóru úr føroyskum gróti framleidd á Grótvirkinum í Skopun.

Tað eru Landsverk og VisitFaroIslands, ið saman hava valt út sóljuleiðirnar, sum liggja í serliga vøkrum landslagi. Longu í fyrstu samferðsluætlanini frá 2008 varð kunngjørt, at sóljuleiðirnar við tíðini skuldu verða gjørdar út við dvalarvikum ella víkiplássum, har til ber at steðga og njóta náttúruna.

Visjónin við sóljuleiðunum er at geva teimum ferðandi góðar upplivingar. Tankin aftanfyri hetta er, at ein vegur hevur eitt virði, hóast ferðslan er minkandi, ella upprunaliga endamálið við vegnum er burtur. Møguliga tí ein nýggjur vegur ella tunnil er gjørdur. Virðið á hesum upprunaliga vegnum eiga vit ikki at missa, tí vegurin kann nýtast á annan hátt. Til dømis sum ferðafólkavegur ella súkkluvegur.

Í løtuni verður kannað hvar aðrastaðnis fram við landsvegnum, tað  er skilagott at gera dvalarvikar. Tað vil siga ikki bert á sóljuleiðunum, sum í mestan mun eru vegateirnar við rættiliga lítlari ferðslu, men eisini á øllum høvuðsvegakervinum.

Kanningar hjá ferðavinnuni vísa, at júst hetta er nakað, sum ferðafólk eftirlýsa, tá tey ferðast í Føroyum. Bara ta løtuna, meðan hátíðarhaldið fór fram, steðgaðu tveir bussar við ferðafólki og fleiri persónbilar við Fossá.