Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dupultskattaavtalur í eygsjón

Jørgen Niclasen, fígjarmálaráðharri var í gjár á fundi við Thor Møger Pedersen, danska skattamálaráðharran. Á fundinum vóru m.a. dupultskattaavtalur og skatting av pensjónum á skránni.

USA, Kanada, Brasilia, Týskland og Holland standa ovast á breddanum, nú teir báðir ráðharranir hava avtalað, at samráðingar verða tiknar upp við sáttmálalondini, um at Føroyar gerðast avtalupartur í dupultskattaavtalunum, sum Danmark hevur.

Føroyska vinnan hevur eftirlýst, at Føroyar gera fleiri dupultskattaavtalur. Tað eina endamálið er at tryggja, at borgarar og vinna ikki koma gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í tveimum londum. Hitt endamálið er, at borgarar og vinna hava fulla greiði á skattligu avleiðingunum, tá tey taka avgerð um at fara undir virksemi í øðrum londum.

Í Føroyum er tað serliga frálandavinnan, sum ynskir greiðari skattlig viðurskifti. Við verðandi skipan er sera trupult at virka í øðrum londum. Vinnan hevur eftirlýst avtalu við serliga USA, Kanada, Brasilia, Týskland og Holland. Á fundinum var avtalað, at í fyrsta umfarið verður farið eftir hesum londum

Í greiningararbeiðnum og við politiska arbeiðnum mótvegis donsku stjórnina, hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, eisini luttikið

Føroyar hava frammanundan dupultskattaavtalu við Stórabretland, Grønland, Sveis og India, umframt tað norðurlendsku dupulskattaavtaluna.

“ Eg eri væl nøgdur við, at gongd nú aftur er komið á arbeiði at fáa okkum fleiri dupultskattaavtalur, og vóni at møta vælvild frá hinum sáttmálapørtunum,” sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Skatting av pensjónum

Eisini hava teir báðir avtalað, hvussu skatting av pensjónum verdur skipað millum Føroyar og Danmark. Avtalað er at gera nýggja protokoll til Norðurlendsku Dupultskattaavtaluna. Broytingin skal tryggja, at eingin kemur at rinda skatt av pensjónum tvær ferðir, hóðast vit eru farin at skatta pensjónir við inngjald.