Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dupulthøll á Hálsi og høll á Argjahamri

Á býráðsfundi hóskvøldið varð samtykt, at byggja Høllina á Hálsi út til eina dupulthøll, eins og at útvega uml. 130 parkeringspláss í sambandi við stadionøkið, og at innrætta kjallaraøkið undir útbygdu høllina til judo og borðtennis í Havn. 

Harafturat hevur Býráðið í kvøld samtykt at útbyggja fimleikahøllina á skúlanum á Argjahamri, so at hon fær skap og stødd sum ítróttarhøll. 

Hesar útbyggingar lata upp fyri einum hópi av møguleikum hjá fleiri ymiskum ítróttargreinum. Ítrótturin í kommununi er í stórum vøkstri, eins og krøv til venjing,  dystir og onnur stór felags tiltøk økjast. 
 
Tað hevur í mong ár verið ein trupulleiki, at tað ikki ber til at hava nógvar áskoðarar til serstøk tiltøk og dystir í Havn. Men eisini tað fer eftir umbyggingina at bera til. Vit vænta, at upp móti 1800 áskoðarar fáa verið til stórdystir, tá verkætlanin er liðug. 

Við avgerðini, sum Tórshavnar Býráð hevur tikið í kvøld, so verða rættiliga nógvar av teimum avbjóðingum loystar, sum ítróttarfeløgini í høvuðsstaðarøkinum við røttum hava víst á í nógv ár. 
Væntandi kann loysnin á Argjum verða liðug í 2016, og umbyggingin á Hálsi í 2017. 

Loysn innan verandi fíggjarkarmar
Vit hava í Tórshavnar Kommunu leingi arbeitt við at kanna eina røð av møguleikum at útvega hallir og vøllir í Havn. Men tað hava verið nógvar forðingar. Eg haldi, at vit kunnu siga, at vit við hesum loysnum, sum eru samtyktar á býráðsfundi í kvøld,  so megna vit  at ganga rættiliga nógvum ynskjum á møti. Og vit gera tað innanfyri tann fíggjarkarm, sum Býráðið hesi seinnu árini hevur sett av til endamálið. 

Helena Dam á Neystabø
forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs