Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dundrandi inhabilur gjørdi sendingina

Kringvarpið hevur onga leiðslu: Talan er um sendingina, Heðin og Havnin, sum varð send nakað fyri jól. Væl undan sendingini gjørdi Heðin Mortensen,  greitt, at hann vildi ikki luttaka í bandaðari upptøku við Jan Lamhauge, sum verti.  Trupulleikin er ikki nýggjur. 

Dan Klein, journalistur, greinar ósemjuna og tekur samanum:

KvF klippir og límar sendingar saman, so tað ikki gevur samanhangandi meining. Víst var á í klagu til KvF-leiðsluna, at júst tað sama hendi við sendingini um “Brandfelluna”, tá borgarstjórin fekk ábyrgdina fyri, at tvey børn brendu inni. Fyri hetta fekk Jan Lamhauge, sera álvarsama átalu fyri ikki at uppfylla treytirnar í Fjølmiðlalógini.

Hóast grovu átaluni fyri ikki at  gera sendingina eftir bókini, so svarar stjórin, Dia Midjord, at hann vil ikki taka Jan Lamhauge av sendingini, sum hann metir hevur fingið sína dugnaskapsroynd í journalistikki. Stjórin  boðaði frá, at hann lat upp til Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, at gera av hvat skuldi henda.

Hetta hendir, hóast bæði Dia Midjord, og Liljan Weihe, høvdu “fingrarnar niðir í suppuni” um “Brandfelluna”, og harvið áttu sín felags leiklut í ábyrgdini fyri “Lítla” Jan.

Men vit leggja eisini merki til í innlitinum, at hóast Heðin Mortensen,  sendir avrit til eftirlitið av KvF, Rúna Heinesen, formann í stýrinum, so kemur hesin ongantíð á banan. Oyggjatíðindi hevur fyrr avdúkað, at Rúni  Heinesen, hevur sín heilt serliga arbeiðshátt, sum eftirlit.

KvF hevur eftirlit við sær sjálvum
Tá KvF verður klagað fyri eitthvørt er mannagongdin tann, at hann letur KvF leiðsluna um sjálva at kanna umstøðurnar, og senda svarið aftur til Stýrið til undirskrivingar.

Eftirlitsmyndugleikin, sum átti at svara Heðini Mortensen, sleppur undan at svara. Tað fixar Dia Midjord, men Rúni Heinesen, fær avrit av teldubrævinum, saman við Heðini Mortensen.

KvF stjórin bakkar ikki ein tumma, heldur ikki, at borgarstjórin kundi  koma við serligum kravi um annan journalist. Nakað væl inn í annars drúgva svarið til borgarstjóran,  brúkar Dia Midjord, so eisini eina niðurstøðu, sum danska fjølmiðlanevndin hevur ført fram í øðrum serdonskum viðurskiftum.

Grundgevingin var, at tað skuldi ikki bera til, at senda eina óredigeraða sending, og tí kundi danska miðlanevndi n ikki góðtaka slíkt krav, tí tað vildi ført við sær, at uttanfyristandandi fingu rættin til at redigera sendingina.

Eisini var víst til annað dømi frá TV2, men tað hevur ongan týdning, at nevna hesi dømir, tí botnurin hjá borgarstjóranum er “Brandfellan” og niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini : “...at viðgerðin hjá Jan Lamhauge er merkt av einum persónligum stríði...

Í hesi sendingini prógvaði KvF – við ella uttan hjálp frá Jan Lamhauge, at tey ikki evnaðu at redigera sendingina við sakligum grundgevingum, og niðurstøðum, sum bóru sendingina uppi.

DR ella TV2 var ongin brandfella ella persónlig ósemja
KvF kann í hesum førinum als ikki brúka niðurstøður hjá donsku miðlanevndini, tí tann nevndin skuldi ikki seta klaguna upp í móti, at DR hevði gjørt sendingar við niðurstøðum, sum bygdu á hálvar og heilar lygnir, og at journalisturin, sum gjørdi sendingina, frammanundan hevði fingið sera álvarsama átalu?!

Í klaguni til KvF, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen, at hann ikki hevur sett krav um hvussu sendingin skuldi gerast,  ella sett nakað krav um redaktionella ávirkan. Tað sum borgarstjórin finnist at er fyrisitingarligu avgerð KvF´s, at seta Jan Lamhauge, tíðindamann, at gera sendingina við honum, sum høvuðspersóni.

Orsøkin er forsøgan um “Brandfelluna”.

Her skundar Dia Midjord, stjóri, sum hevur ábyrgdina fyri øllum arbeiði í KvF, eisini “Brandfelluni” hjá Jan Lamhauge, sær at siga, at hann er ikki samdur. Var hann hinvegin samdur, so  skal ikki so nógv til at koma til ta niðurstøðu, at stjórin tók í egnan barm, og tað vildi hann sjónliga ikki gera.

Greið persónsforfylging
Síðani  vassar hann inn og út úr deildinum í KvF; við hvørt er flóð og viðhvørt er fjøra. Hann heldur ikki, at Jan Lamhauge, er ógegnigur, sjálvt um hann einaferð gjørdi eina kritiska sending.  Hann samanber sostatt kritiskan journalistikk við ógrundað álop og persónsforfylging, at  geva borgarstjóranum í Havn ábyrgdina fyri, at tvey børn brunnu inni, og doyðu.

Hatta  hevði onki við kritiskan journalistikk at gera. Hetta var ikki annað enn útspilling, og tá bæði stjóri og tíðindaleiðari, høvdu givið grønt ljós fyri hesum, tora tey sjálvandi ikki aftaná, at viðurkenna sín part av gølu-journalistikkinum, og eftirlit við stovninum er als onki.

Hetta var bara eitt klokkuklárt prógv fyri, at Jan Lamhauge , ikki megnar at gera kritiskan journalistikk. Tað vísir niðurstøðan hjá  Fjømiðlanevndini, og tað er sostatt tann partin leiðslan átti at tikið hædd fyri, men av berum ótta fyri, at skjóta seg sjálvi í fótin, valdu tey at siga gott fyri Jan Lamhauge, og brúka grundgevingar frá donsku miðlanevndini, sum als ikki bygdu á somu kritisku sjónarmiðini ella grundvøll.

Hevði ikki gingið í DR ella TV2
Hvørki DR ella TV2 í Danmark vildu latið sama journalistin gjørt kritiska sending  um borgmeistaran í Keypmannahavn, hevði  hesin frammanundan havt somu lík í lastini, sum Jan Lamhauge. Og danska Miðlanevndin vildi als ikki hildið tað verið sømiligt. Tað er einasti máti, at fólkaræði kann virka uppá. Tað má ikki vera minsti ivi um gegnið hjá einum  hjá journalistum í DR, og tann ivin eigur heldur ikki at hava pláss í KvF.

Tað rein heldur ikki við leiðsluna í KvF, at borgarstjórin 17. Desember 2015, vísir til hetta neyðaregg av einum verjuskrivi hjá Dia Midjord, Kringvarpsstjóra, og kemur eisini til ta niðurstøðu, at stovnurin ikki vil fyrihalda seg til tað, sum er ført fram, at Jan Lamhauge, er ógegnigur at gera sendingar um Heðin Mortensen, sum borgarstjóra:

Jan Lamhauge, er ógegnigur, tí hann yvir eina tíð hevur gjørt ærumeiðandi sendingar um meg, sum borgarstjóra, og sendingar, sum hava borið ósonn tíðindi. Fyri hetta fekk Jan Lamhauge/Kringvarp Føroya í desember 2012 eina sera álvarasama átalu:

Sendingarnar hjá Jan merktar av persónligum stríði
Fjølmiðlakærunevndin, skrivaði m.a. í sínari grundgeving, at sendingarnar hava verið merktar av “persónligum stríði” millum Jan Lamhauge og Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen, skrivar, at ein almennur settur tíðindamaður er fevndur av vanligu reglunum um gegni, herundir grein 3 í fyrisitingarlógini, sum m.a. ásetir, at eitt alment starvsfólk ikki hevur gegni at viðgera ein persón, sum viðkomandi er vorðin óvinur við, ella sum hann hevur munandi ósemjur við.

Í heila tikið geva sendingarnar hjá Jan Lamhauge um meg, sum borgarstjóra, eina greiða fatan av, at Jan Lamhauge av eini ella aðrari orsøk hevur sett sær fyri at skaða umdømi hjá mær í mest møguligan mun. Miðlanevndin kemur eisini til ta niðurstøðu, at viðgerðin hjá Jan Lamhauge av mær sum borgarstjóra er merkt av einum persónligum stríði, vísir Heðin Mortensen, á:

Tekur fyrivarni , kæra til landsstýriskvinnuna
"Tað er heldur ikki rætt, at undirritaði hevur sett krav um, hvussu sendingin skuldi gerast. Eg noktaði at gera bandaða samrøður við Jan Lamhauge, og hetta havi eg rætt til. Eg havi ikki noktað at virka við til sendingina, men segði meg vilja svara spurningum, ið settir vórðu skrivliga, og annars beyð eg mær til at stilla upp til beinleiðis samrøðu, um ynski var um tað. 

Einki av hesum varð sett fram, sum eitt krav, sigur borgarstjórin, sum at enda biður Kringvarp Føroya um at fyrihalda seg til sjónarmiðið um, at Jan Lamhauge er ógegnigur at gera sendingar um hann, sum borgarstjóra.

Um Kringvarp Føroya ikki kann taka undir við hesum sjónarmiði, verður fyrivarni tikið um at kæra hesi viðurskiftir til landsstýriskvinnuna í mentamálum."

Kringvarpið hevur onga leiðslu: 

Dundrandi inhabilur gjørdi sendingina