Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dugni móttøku á Hjalla

Dugni lat í morgun upp og hevði almenna móttøku í nýggju og fínu hølunum uppi á Hjalla 7 – ofta kallað “multihúsið” – har stjórin í Dugna, Kristina Larsen, beyð bælkomin, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, hildu røðu.

Í sambandi við móttøkuna, sýnir Kári Svensson, listamálari sína málningalist fram, eins og Tinghúsið á Hjalla lat upp við serliga bíligum tilboðum. Tinghúsið er í somu gøtu.

Heðin Mortensen byrjaði við at ynskja Dugna hjartaliga tillukku við nýggju hølunum.

- Eg má siga, at hetta er stórbært, at síggja tykkum hava almenna móttøku í einum av fínastu hølum í kommununi. Hetta er forvitnisligt og spennandi og vitnar um eitt virksemi, ið tíbetur ikki smæðist burtur.

- Vit í kommununi hava leingi fegnast um eitt einastandandi gott samstarv við Dugna. Tinghúsið var t.d. eitt væleydnað frambrot innan endurnýtslu.

- Og nú eg síggi og hoyri um møguleikarnar her, nú tit fara at gera mat til vinnuøkið her uppi, fara at skúla næmingar til arbeiðsmarknaðin ella víðari lestur, og útbyggja eitt nú teldustovuna, sum eisini arbeiðir fyri vinnulívið í býnum, so kann ein ikki annað enn fegnast.

- Við hesum nýggja átaki skapa tit nýggjar og nútíðarhóskandi vinnumøguleikar fyri fólk, ið hava tørv á mennandi vinnutilboðum, ið hava til endamáls at uppvenja arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin. Borgarstjórin nevndi eisini ætlaðu útbyggingar inni á Skarðshjalla og tað stóra virksemi, sum kemur at verða í økinum.

Borgarstjórin nevndi eisini kærleikskúluna sum dømi um uppfinnsemi hjá Dugna at ávirka fólk og fyritøkur at vísa størri sosiala medábyrgd, serliga teimum, sum slóða fyri einum meira rúmligum arbeiðsmarknaði, har pláss er fyri øllum.

- Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur. Við teimum umstøðum, tit nú hava fingið, fer hesin møguleikin at gerast enn betur.

At enda bar Heðin Mortensen, borgarstjóri, eina heilsu frá Tórshavnar Býráð við ynski um blíðan byr og góðan arbeiðshug í hesum einatandandi umstøðunum, Dugni nú hevur fingið.