Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dugnaskapsroynd fyri frítíðarsiglarar

Týsdagin 29.mai fingu hesir næmingar í Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla  Dugnaskaparprógv í sigling. Prógvið gevur rætt til at føra bátar/skip upp til 20 tons, umframt at føra skjóttgangandi bát. Fyri at fáa seinna prógvið, skuldi næmingarnir til verkliga roynd umborð á bjargingarbátinum "Lív" .

Endamálið hjá kvøldskúlanum við hesum útbúgvingum er umframt at bjóða eitt gott frítíðarítriv, eisini at vera við til at bøta um trygdina á sjónum. Í tí sambandi hava vit gott samband Vinnuháskúlan, og við teir, ið vara av bjargingarbátinum “Lív”.  Fleiri av monnunum á Lív hava eisini tikið størri dugnaskaparroyndina.

MYND:
Næmingar: Magnus Sunason Berg, Bergur Dam, Bjørn Djurhuus, Bjørn Elíson, Hartvig Hansen, Mikkel Hougaard, Edvard Joensen, Evald Joensen, Hanna Johansen, Sune Roel Joensen, Barbara Jónsdóttir, Maria Kristiansdóttir, Magnus Kristian Magnussen, Snorri Niclasen, Niclas Atli Stig Poulsen, Páll Poulsen,  Martin Pætursson, Evald Rasmussen, Trygvi Samuelsen, Súni Slættanes, Júst Svínoy, Hans Johan Sørensen, Poul Johannes Vestergaard, Hans Petur Weihe.
Lærarar: Jan M. Hjaltalin og Djóni Weihe