Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Drúgt og gevandi aðalorðaskifti um tænastur til fólk, sum bera brek

Dan Klein --- 04.05.2017 - 07:10

Løgtingslimir taka sum heild undir við tilmælunum um at styrkja verandi tænastur, og at skipa nýggjar tænastur, sum t.d. viðlíkahaldsvenjing og flutning.

Tað gjørdist greitt, tá løgtingið týsdagin hevði aðalorðaskifti um sosialar tænastur til fólk, sum bera brek.

Eyðgunn Samuelsen fegnast um, at løgtingslimir tykjast samdir um, at føroyska samfelagið hevur skyldu til veita skjóta, munagóða og samskipaða tænastu til borgarar, sum bera brek og at tænasturnar skulu skipast við støði í tænastupolitikkinum við heitinum “Borgarin takast uppá ráð” sum er orðaður av einum breittfevnandi arbeiðsbólki.

Landsstýriskvinnan er sera væl nøgd við orðaskiftið : “ Eg fekk nógv góð íkast til framhaldandi arbeiðið. Eg kann nevna, at tað var ein breið semja millum tingfólk, at møguleikin hjá fólki, ið bera brek at luttaka á vanliga arbeiðsmarknaðinum, skal styrkjast”.

Aðalorðaskiftið er liður í arbeiðinum hjá Almannamálaráðnum at smíða nýggja lóggávu um almannahjálp, tænastur, rættartrygd og tvingsil, sum landsstýriskvinnan eftir ætlan fer at leggja fyri Løgtingið komandi tingsetu.

Næsta týdningarmikla stigið verður at orða eina íverksetan av tilmælunum í lógini, herundir eisini fígging av tilmælunum.

Landsstýriskvinnan miðar eftir at fáa eina breiða semju um, hvussu og nær ymsu tilmælini verða sett í verk​.