Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Drotningin: ”De har sandelig fået det hele med”

TÍÐINDASKRIV: ”De har sandelig fået det hele med”, segði drotningin, tá ið hon á fyrsta sinni sá andlitsmyndina, ið Thomas Kluges hevði málað av henni. “Tá ið hon letur seg avmynda soleiðis, kunnu vit onnur væl saktans eisini loyva okkum at síggja út, sum vit gera”, vilja eldri kvinnur ofta vera við, tá ið tær síggja myndina. Á tann hátt er drotningin eisini ein fyrimynd.

At list skal líkjast umheiminum, situr enn rótgrógvið í nógvum fólkum. Og soleiðis er listin hjá Thomas Kluge. Hann er vorðin heimskendur í Danmark av at mála fotografiskt og nærum yvirnatúrliga realistiskt, serliga tá ið hann málar andlitsmyndir av teimum kendu og ríku.

Nakað tvítýtt er við tí, at Kluge er kendur. Hann arbeiðir beint ímóti øllum ímyndum um modernaða list og fæst við ein stíl, ið minnir um barokkmálningar á la Rembrandt. Eisini setir hann seg sjálvan á pall sum gomlu meistararnir og er í kollhúgvu, vesti og øllum.

Gjølliga lýsta fotografiska realisma hansara fellur eisini modernaðum listaummælarum og smakkdómarum fyri bróstið. Harafturímóti hevur stóra fjøldin av listaáhugaðum tikið Kluge til sín, og navnfram fólk í samfelagnum lata seg fegin avmynda av honum.

Thomas Kluge er alt annað er ein seinføddur meistari við tekniskum hegni, ið minnir um gomlu meistararnar. Bæði í formi og innihaldi er hann rættiliga nútíðarligur. Minimalisma og surrealisma eru at síggja í listini, sum ofta viðger tómleika, fremmandagerð og maktstríð.

Á framsýningini eru verk, sum Thomas Kluge sjálvur eigur, umframt nøkur fá, men týðandi verk, sum privatir eigarar hava lænt savninum. Harumframt hevur hansara kongaliga hátign Joachim, prinsur, givið loyvi at læna okkum málningin, sum Kluge málaði av hennara hátign Margrethu, drotning II.

Tað er ein mynd, sum hegnisliga javnvigar millum tað almenna og tað privata, eins og alt tað, sum Thomas Kluger letur úr hondum, javnvigar hegnisliga millum siðvenju og modernitet.

Framsýningin letur upp sunnudagin 29. apríl kl. 14, og kl. 14.30 hevur Nils Ohrt savnsleiðari samrøðu við Thomas Kluge. Powerpoint verður nýtt.

Vinaliga heilsan,

Nils Ohrt

LISTASAVN FØROYA