Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Drotningavitjanin útsett

Løgmaður og Kongshúsið hava gjørt av at útseta drotningavitjanina, sum skuldi verða í komandi viku.

- Vit høvdu væntað, at tað bar til at skipa fyri fólkatingsvali og drotningavitjan samstundis. Tað er nú nógv, ið bendir á, at tað ikki letur seg gera. Fyri at tryggja ta virðing, sum sømir seg einari drotningavitjan, verður vitjanin tískil útsett. Tað harmar meg, tí kring alt landið hava nógv fólk kýtt seg fyri at tryggja drotningahjúnunum eina sømiliga vitjan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan hevur í dag kunnað avvarðandi partar, sum hava verið við til at fyrireika vitjanina.

Nær drotningahjúnini koma til Føroya, er ikki greitt enn.