Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Drongur settur til sølu á torg.fo

Perla, sum seinast varð løgd út 29.09.2011 - 19:12: Dátueftirlitið hevur viðgjørt eitt mál, har ein drongur fyrr í ár var settur til sølu á www.torg.fo.

Í lýsingingini stóð "óvanliga ljótt djór til sølu fyri 1 kr." Í lýsingini stóð eisini at talan var um ein konubukara og síðan ein smiley aftaná.

Saman við lýsingini var mynd av einum drongi. Eftir at Føroya Tele var gjørt varug við lýsingina, bleiv hon tikin av heimasíðuni. Dátueftirlitið fór tó inn í málið fyri at kanna um mannagongdir kundu gerast, sum tryggjaðu, at slíkt ikki hendir aftur.

Á torg.fo kunnu einstaklingar lýsa ókeypis við vørum, sum tey ynskja at keypa ella selja.

Føroya Tele hevur í samráð við Dátueftirlitið funni ein leist, har Føroya Tele hvønn gerandisdag tjekkar allar nýggjar lýsingar, sum eru stovnaðar.

Á hesum dagseftirliti skal kannast, um lýsingin sær út til at vera í lagi og um persónsupplýsingarnar, sum stovnarin av lýsingini hevur upplýst, síggja út til at vera í lagi.

Henda mannagongd skuldi betra um trygdina so slíkt helst ikki hendir aftur.