Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Drongur seldi nýra fyri at fáa eina iPhone

Ein 17 ára gamal kinesiskur drongur, sum ynskti sær eina iPhone og ein iPad, lat seg sannføra, at selja nýrað.

Ein skurðlækni, og trý onnur fólk eru handtikin í sunnara parti av Kina, aftaná at hava lokkað ein drong, at lata nýra, so hann kundi keypa sær ein iPhond og ein iPad.

Hetta skrivar kinesiska tíðindastovan, Xinhua, sambært ekstrabladet.dk

Upplýst verður, at ein av teimum skuldsettu fekk 200 túsund krónur, betalti 17 ára gamla 20 túsund; restin fór til skurðlæknin og tey trý skuldsettu.

Tað verður ikki upplýst hvør tað er, sum hevur goldið fyri at fáa eitt nýra, stendur at lesa í ekstrabladet.dk

http://ekstrabladet.dk/nyheder/samfund/article1738373.ece