Dróg ódjór úr dýpinum
Fiskimaðurin helt at hann hevði fingið eitt síl í garnið, men veruleikin var ein annar. Fiskin kalla norðmenn ein stør, og er stórt sæð ikki sæddur í Noregi aftaná 1940.
Per Arne Johansen frá Fredrikstad er maðurin, sum fekk hendan sjáldsama fiskin í garnið í Oslofjørðinum, beint uttanfyri Son. Fiskurin er 1,7 metrar til longdar, og er skrásettur, sum hótt fiskaslag, skrivar NRK.no
http://www.nrk.no/nyheter/distrikt/ostfold/1.7848434