Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dreingir fáa nú eisini ókeypis tilboð um koppseting fyri HPV

Nógva umtalan av fyrimununum við at koppseta dreingir fyri HPV, hevur økt um áhugan hjá foreldrum at dreingum at lata teir koppseta. Dreingir fáa nú eisini ókeypis tilboð um koppseting fyri HPV    Krabbameinsfelagið fegnast um, at ókeypis tilboð um koppseting fyri HPV nú eisini fer at fevna um dreingir millum 12 og 17 ár. 

Koppsetingin er við til at fyribyrgja fleiri sløgum av krabbameini, umframt kynssjúkum so sum kondylomir.    
Tað er gott, at tilboðið verður veitt til ein breiðan aldursbólk og ikki einans til 12 ára gamlar dreingir. Nógva umtalan av fyrimununum við at koppseta dreingir fyri HPV, hevur økt um áhugan hjá foreldrum at dreingum at lata teir koppseta, og summi foreldur hava goldið fyri hetta. 

Við at bjóða ókeypis koppseting til 12-17 ára gamlar dreingir, fáa allir sama møguleika at vera koppsettir, óheft av fíggjarligu orkuni hjá foreldrunum. Hetta minkar eisini um sosiala ójavnan, og tað er at fegnast um.