Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DR VIÐGER ANALYSU UM AT TVÍFALDA ÚTFLUTNINGSVIRÐI FØROYA

Aktualitetssending hjá Danmarks Radio hyggur nærri at analysuni hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg um møguleikarnar at tvífalda føroyska útflutningvirðið 

Sambandsflokkurin á Christiansborg almannakunngjørdi herfyri eina av niðurstøðunum í einari analysu av føroysku fiskivinnuni.

Niðurstøðan er, at um føroyskir politikarar vilja gera tað rætta, so atgongdin til ES-marknaðin gerst fríari, so er møguligt í minsta lagi at tvífalda útflutningsvirði Føroya.

Nú hava lurtarar hjá væl umtóktu og seriøsu aktualitetssendingini "Orientering" á DR P1 fingið innlit í analysuna og tankarnar hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, ið hevur latið analysuna gjørt.

Leinkja til innslagið er her:
http://www.dr.dk/radio/ondemand/p1/orientering-2015-03-18#!/15:10

Innslagið er 15 min. 23 sek. inni í sendingini.

Les meira:
Virðið á føroyska útflutninginum kann meira enn tvífaldast
Fiskivinnan skal nýskipast til gagns fyri øll í Føroyum

Vitja Edmund Joensen á Facebook:
www.facebook.com/christiansborg