Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Doris Bjarkhamar heiðrað við autismuprísi

Tá Autismuráðstevnan endaði í Norðurlandahúsinum í dag, varð Doris Bjarkhamar, fulltrúi í Almannamálaráðnum, heiðrað við Autismuprísinum 2015.

Autismufelagið vildu á henda hátt heiðra einum persóni, sum á ein serstakan hátt hevur framt avrik menniskjum við autismu at gagni. 

Jørmund Foldbo, fyrrverandi formaður fyri Autismufelagið, segði soleiðis í síni grundgeving fyri, hví júst Doris Bjarkhamar skuldi hava Autismuprísin 2015:

“Størsta einstaka avrikið á autimsuøkinum seinnu árini er “Tann góða tilgongdin”, har nógvir persónar frá ymsum ráðum, kommununum og stovnum gjørdu og framvegis gera eitt megnar arbeiði.

Hon var ein av høvuðspersónunum í arbeiðinum at menna “Góðu tilgongdina”, har hon var við frá byrjan til enda.

Hon var áhaldandi, viljasterk og treisk á ein góðan hátt. Tá ósemjur stungu seg upp, megnaði hon at finna loysnir og semjur. Tá onnur mistu mótið, var hon áhaldandi og gav øðrum nýtt dirvi. Lítillátin og nærløgd framdi hon verk sítt. Og ilt er at ímynda sær hvussu “Tann góða tilgongdin” hevði komið á mál uttan hana.

Í sínum verki hevur hon ikki bara høvdið við, men so ríkiliga eisini sítt hjarta. Hon hevur í verki víst at við vitan og vilja ber til at røkka høgum málum.”

Vit ynskja Doris Bjarkhamar hjartaliga til lukku við heiðrinum. 

“Tann góða tilgongdin” er ein skipaður samstarvsleistur, sum tryggjar eitt dygdargott samskipað heildartilboð til børn við autismu og familjur teirra. Við góðu tilgongdini er borgarin settur í miðdepilin, meðan Almannaverkið hevur samskipandi og avgerandi leiklutin at samskipa tænasturnar til borgaran við allar viðkomandi myndugleikar.