Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Doping og antidoping

Doping er altíð komið fyri í ítrótti. Kanska í størri mun seinastu árini. Í hvussu er hoyra vit meira um gølurnar, sum standast av doping.

Ítróttarfólk dopa seg fyri at klára seg betri og fáa betri úrslit. At dopa seg merkir at taka evni sum ikki er loyvd, um tú luttekur í ítrótti og skal kappast.

Innan øll ítróttarsambond í ÍSF er bannað at dopa seg. Kunnað verður um hvørji evni ikki eru loyvd. Um hetta ikki verður hildið, verður tað at rokna sum lógarbrot, og verður sektað sambart galdandi reglur.

Føroyar hevur egnu lóggávu um doping, sí www.isf.fo.

Vit hava eisini síðan 2002 gjørt okkara egnu dopingroyndir herheima. Av praktiskum grundum, einamest tí vit eru so fá, hevur ÍSF havt avtalu við Anti Doping Danmark (ADD), sum sendir ein kontrollant higar, tá royndirnar skulu gerast.

Anti Doping Danmark er limur í WADA (World Anti Doping Assciation), sum er ovasti stovnur í heiminum innan doping.

Galdandi reglur fyri Anti Doping Danmark finnur tú í bóklinginum, “Antidoping og mig”; har finnur tú eisini dopinglistan.Tað er listin yvir tey evni, sum ikki eru loyvd. Fyri at fáa meira at vita um doping, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Anti Doping Danmark www.antidoping.dk. Har finnur tú eisini dagførda listan yvir heilivág, ið ikki er loyvdur.

Ert tú í iva um heilivág kanst tú spyrja á apotekinum ella hjá læknanum. Minst til, um tú skalt hava heilivág, at gera vart við, at tú luttekur í kappingarítrótti. Hetta er eisini galdandi, um tú keypir heilivág í handkeypi.

Um tú tekur heilivág fyri varðandi sjúku, ber til at fáa undantaksloyvi. Hetta kallast TUE ( Therapeutic Use Exemption ). Læknavattanin, ið skal nýtast, finnur tú á www.antidoping.dk.

Læknaváttanin verður skrivað av tær sjálvum og eisini undirskrivað av egnum lækna. Síðani latin ÍSF, haðani tú fært prógvið (TUE).

Doping kanningar fara fram í øllum størri ítróttarkappingum. Roknast kann eisini við, at tær verða gjørdar á oyggjaleikunum. Í bóklinginum “Antidoping og mig” sært tú mannagongdina. Les eisini, hvørjar skyldur og hvørji rættindi, tú hevur í samband við kanningi.

Doping og antidoping er altíð tín egna ábyrgd. So hugsa teg um og ver varin.

Oyggjaleikanevndin