Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

45 donsk elfeløg skulu selja flutningsnet síni í einum samlaðum risahandli. Keypari er almenna Energinet.dk, sum sostatt fer at sita tungt á øllum tí yvirskipaða elnetinum í Danmark.

Donsk elfeløg kunnu skjótt leggja 5,7 mia. kr. í kassan

45 donsk elfeløg kunnu síggja fram til eina eyka polstring av bankabókini. Tey eru í ferð við at selja sokallaðu økisfeløg síni fyri 5,7 mia. kr.

Keyparin, almenna orkufelagið Energinet.dk, ætlar at lána upphæddina í Tjóðbankanum. Verður handilin veruleiki, fer Energinet.dk at eiga alt tað yvirskipaða elnetið í Danmark.

Frammanundan eigur Energinet.dk háspenningsnetið á 400 kV. Økisnetini, ið skulu leggjast omaná, hava ein spenning upp á 132 kV á Sjellandi og 150 kV á Fyn og í Jyllandi. Handilin umfatar tilsamans umleið 2.800 km av luftleidningum, 525 km. av jarðkaðalum og 100 transformarastøðir.

Miljardahandilin er ein avleiðing av ES-lóggávuni. Hon setir forboð fyri, at feløg, sum gera streym ella handla við honum, eiga flutningsnetið.

Bara staturin kann eiga

Hetta noyðir tey 45 elfeløgini, ið øll selja streym, at sleppa sær av við økisnet síni. Sambært lógini kann keyparin bert vera staturin.

Og Energinet.dk nýtist ikki at rinda meira enn hægst neyðugt fyri at fáa eftirlit við netunum. Almenna felagið ger í einum tíðindaskrivi vart við, at sambært Elveitingarlógini "skal Energinet.dk ikki rinda meiri fyri flutningsnetini, enn goldið skuldi verið fyri eina ognartøku".

Stjórin í Energinet.dk, Peder Ø. Andreasen, sær ein búskaparligan vinning við at leggja økisnetini saman við háspenningarnetið.

- Tað fer at koma brúkarunum einsvæl og danska orkuøkinum til góðar, sigur hann sambært ing.dk.

Vinnan ivasom

Lars Aagaard, stjóri í áhugafelagnum hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, er hinvegin heldur ivasamur um handilin.

- Vit hava ikki sjálv trýst á fyri at fáa broytt hesi viðurskiftini, men vit noyðast at góðtaka tær lógir, ið eru galdandi á økinum. Vit fara nú at greina innkomna boðið, sum er ein av fleiri møguleikum fyri at lúka nýggju ES-lóggávuna, sigur hann í tíðindaskrivi.

Hvørjir hinir møguleikarnir eru, sigur hann tó onki um.

Tíggju feløg eiga donsku økisflutningsnetini. Fleiri elfeløg eru millum eigararnar av fleiri teirra.

Fyribils eru tær 5,7 mia. kr. boðið frá Energinet.dk. Nú skal almenna felagið kanna tey tíggju feløgini út í æsir, bæði tekniskt, fíggjarliga og løgfrøðiliga. Síðani verður farið undir endaligar samráðingar.