Dómurin eftir Franz Kafka komin út á Forlagnum Eksil
Stuttsøgan Dómurin eftir hin víðagitna jødiska rithøvundan Franz Kafka er komin í føroyskari týðing.
Eksil hevur longu givið út søguna Umskapanin, sum gjørdist vælumtókt í Føroyum. Hetta er sjeynda bókin hjá Eksil síðani 2007, og aðrar eru í væntu her í 2012.
Tey flestu kenna Franz Kafka (1883-1924). Hann var jødi úr Prag, ið skrivaði á týskum, og verður av mongum sæddur sum profetiskur høvundur, ið spáddi um 2. heimskríggj.
Sjálvur gav Kafka bara nøkur fá av verkum sínum út. Teirra millum eru søgurnar Dómurin og Umskapanin. Eftir at hann var deyður, gav vinmaður hansara Max Brod út tær tríggjar ólidnu skaldsøgur hansara: Sakarmáið, sum er gjørd til film, Borgina og Amerika. Sjálvur tók Kafka til um søguna Dómin:
”Soleiðis sum eg síggi tað, eigur Dómurin at verða givin út fyri seg av tí, at tann søgan er sera lýrisk og ikki so episk, og tí haldi eg henni tørva gott pláss, tí annars riggar hon kanska ikki. Eg eri annars nógv bestur við hana av øllum mínum verkum, og eg havi tískil altið fegin viljað, at hon skuldi sleppa at verða givin út einsamøll, um nakar møguleiki var fyri hesum.”
Franz Kafka í brævi til forlagið hjá Kurt Wolff hin 19. august 1916.
Av verkum Kafkas finnast á føroyskum: Umskapanin í týðing Agnar Artúvertins og nøkur stutt prosabrot. Agnar Artúvertin hevur eisini týtt hesa bókina. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna og sett upp. Joan Sørinardóttir hevur staðið fyri týskum samanburði. Katrin Reinert og Marius Staksberg hava givið málsliga leiðbeining. Stuðul er veittur frá Mentanargunni Landsins og Fjølrit.
Søgan Das Urteil hevur fingið føroyska heitið Dómurin.
Bókin er 48 bls. og hevur týska tekstin á vinstru síðu og føroyska tekstin á høgru síðu. Hon kostar 98 kr.