Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dómur stendur við

Føroya Pedagogfelag hevur gjørt av ikki at kæra dómin í málinum millum felagið og Vágs Kommunu. Leiðsluspurningurin á dagstovnaøkinum í kommununum varð loystur, tá dagstovnurin og frítíðarskúlin fluttu undir somu lon í summar.

Leiðsluspurningurin á dagstovnaøkinum í Vágs Kommunu varð loystur í summar, tá nýggja Eikilund varð tikin í nýtslu. Anna Maria Jacobsen er leiðari á nýggja stovninum, sum húsar bæði barnagarði, vøggustovu og frítíðarskúla.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, var als ikki fegin um allan dómin, sum Føroya Rættur 1. oktober feldi í málinum um leiðsluna á dagstovnaøkinum í Vágs Kommunu.

Tríggir leiðarar, sum av órøttum vóru sagdir úr starvi, fingu uppreisn og endurgjald, og hetta fegnaðist forkvinnan í Pedagogfelagnum sjálvsagt um. Men hon var als ikki nøgd um hin partin av dóminum, sum segði, at tað var í lagi, at Vágs Kommuna hevði lagt barnagarð og frítíðarskúla undir eina leiðslu, meðan hesir báðir stovnarnir enn húsaðust á hvør sínum bústaði í Vági.

Grein 8 í dagstovnalógini byrjar annars soleiðis:

“Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving.” Rætturin gav tó Vágs Kommunu viðhald í, at hetta við einum leiðara ikki skal skiljast so bókstaviliga, og at endamálið við greinini í størri mun er hin ásetingin – at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving.

“Vit ivast ikki í, at meiningin við grein 8 er, at tað skal vera ein leiðari fyri hvønn stovn, og vit ætla framhaldandi at arbeiða og ráðgeva út frá hesum og annars út frá fakligum kriterium, sum eisini siga, at tað er avgerandi fyri námsfrøðiligu dygdina, at leiðarin altíð er tøkur at loysa námsfrøðiligar spurningar. Við tí í huga ber als ikki til, at fleiri stovnar skulu býtast um ein leiðara”, leggur Maud Wang Hansen dent á.

“Men hinvegin ásanna vit, at málið í Vági hevur loyst seg sjálvt, tí í summar varð nýggja Eikilund, sum húsar bæði barnagarði, vøggustovu og frítíðarskúla, tikið í nýtslu. So nú er talan um ein stovn. Tí kæra vit ikki dómin”, sigur hon.

Kelda: www.pedagogfelag.fo