Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dømdur uttan lík og skugga av prógvum

Úr arkivinum: So kom dómurin, sum nógv tey flestu høvdu rokna við. Kroatin bleiv dømdur fyri at hava dripið Pidda, men hesin dómurin hevur fingið føroyska samfelagið í tvíningar, tí fá trúgva, at kroatin einsamallur hevur beint fyri Pidda, um hann í heilatikið er deyður, tí tað er heldur onki prógv fyri.

Tó at allir pílar venda í móti, at onnur mugu hava havt leiklutir í Pidda-gøluni, so bindur ákærin um heilan fingur. Kroatin skal eisini í skundi krógvast burtur við at krevja hann av landinum, so tað verður torført hjá honum at syngja, sum ein kanariufuglur, men tað fer hann at gera fyrr ella seinni.

Mikrofonhaldararnir hjá kringvarpinum, søgdu í morgun, at dómarin setti seg ikki í móti niðurstøðuni hjá nevningunum um, at kroatin var sekur í øllum ákærunum uttan einari, men nevningarnir gjørdi jú ikki annað enn dómarin sjálvur hevði mælt teimum til í gjár, dumpkoffar.

Men lat okkum halda okkum til fakta í málinum:

Øll hava undrast yvir, at verjin hevur verið sera passivur, og als ikki givið ákæruvaldinum nevnivert mótspæl, og tað kann undra, at hann haraftrat hevurhavt ta fatan, at hann ikki kann gera annað enn at spæla upp í móti tí, sum ákæruvaldið leggur fyri rættin.

Vit vita, at aðrir misstonktir persónar hava verið inni í málinum, men at ákæruvaldið hevur slept hesum persónunum av húkinum, uttan tó at koma við øðrum grundgevingum enn, at hesi hava verið verið beinasom og fitt at hjálpa løgregluni.

Verjin kundi – fyri at fáa vissu fyri, at hesi ikki vóru uppi í, kravt teknisk prógv fyri, hvørjar fartelefonir vóru inni í Norðoyatunninum, tá ákæruvaldið einsíðugt kannaði fartelefonirnar hjá Pidda, og hjá kroatanum.

Her liggur í veruleikanum sannleikin, saman við DNA-prógvum, sum ákæruvaldið ikki vil lýsa nærri, men himmalrópandi er tað eisini, at verjin ikki helt seg hava heimild at krevja útdjúpandi kanningar, men tað er sjálvandi tvætl.

Ákæruvaldið hevur staðfest, at DNA hjá Pidda var á pannuni, sum, saman við skaftinum, er funnið hjá Kroatanum. Eisini er DNA frá øðrum persóni funnið á hesum lutum, sum ákæruvaldið ikki vildi siga hvør átti, men hevur tó váttað, at talan ikki er um DNA frá kroatanum.

Tað er eisini funnið DNA frá øðrum persóni á jakkanum hjá kroatanum, men hvør hesin persónurin er, vildi ákæruvaldið ikki upplýsa, og verjin hevði ongan áhuga í hesum, skilst. Sama er við battarínum í fartelefon, og við einum passi hjá Pidda, sum eisini eru funnið heima hjá kroatanum. Alt bendir á, at hesi ”prógv” eru plantaði, tá DNA frá kroatanum ikki vóru á lutunum.

Nógvir lutir sýnast plantaðir. T.d. skógvurin í Norðoyatunnlinum, tí sambært ákæruvaldinum varð Piddi dripin í songini, og er harfrá drigin út í bilin, og goymdur í tunnlinum. Men hvør fer í song í skóm?

Og verjan hevur ikki hildið tað løgið, at ein ringur frá pannuni við blóði inni í, er funnin mitt á sovikamarsgólvinum, aftaná, at tað er gjørt reint. Hvør gjørdi reint í sovikamarinum? Hetta prógvar, at ringurin er ”plantaður” har, tí vit síggja eisini, at pannan endar heima hjá kroatanum, men ikki við hansara DNA.

Hóast øll tey sokallaðu prógvini hjá ákæruvaldinum eru fyllaði sundur, og prógv eru fyri, at ákæruvaldið hevur gissað um tíðina tá kroatin koyrdi frá skúlanum við Løkin, niðan eftir líkinum av Pidda, og til tunnilin, so eydnaðist tað kortini at fáa mannin dømdan.

Og tað hevur eisini ligið í kortunum alla tíðina.

Talan er um eitt bestilt justitsmorð, sum fíggjarliga verður turkað uppá ríkiskassan.

Tað, sum kann vera positivt er, at ikki allir nevningarnir tóku undir við gallskapinum, men hetta verður so ein gøla, sum heilt víst skapar ringa umrøða uttanfyri landoddarnar.

Dømdur uttan lík og skugga av prógvum.