Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dømdur fyri Neyðtøku: Ongi vitnir sluppu í rættin

GOMUL PERLA: Ein maður bleiv dømdur hálvt annað ára fongsul fyri at hava neyðtikið kvinnu av øðrum etniskum uppruna. Maðurin kærdi dómin, og dómarin avgjørdi, at maðurin skuldi latast leysur, til sakin var endaliga avgjørd.  Men   tað heilt óvanliga hendi, at ákæruvaldið kravdi, at maðurin bleiv sitandi í fongslinum, og kærdi avgerðina hjá dómaranum um, at maðurin skuldi latast leysur. Hann skuldi verða sitandi fyri at styrkja um rættarkensluna hjá teimum uttanfyri, segði Linde Hesselberg, ákæri. 

Grein í Oyggjatíðindum 14. oktober 2011

Landsrætturin gav ákærumyndugleikanum viðhald, og maðurin hevur sostatt sitið fongslaður, sjálvt um dómurin er ógyldaður, til hann antin verður staðfestur, ella at maðurin verður frídømdur. 

Tað skal landsrætturin taka avgerð um seinni í oktober mánaða.

Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í hetta mál, sum tó líkist einari gølu. Kvinnan, sum er av øðrum etniskum uppruna, hevur fleiri ferðir fyrr meldað aðrar fyri neyðtøku, men er ikki tikin í álvara. Ein av orsøkunum kann vera, at hon tostar illa, og so sleppur innara skinkan leys.

Hesi bæði møttust í býnum, og vóru samd um, at okkurt skuldi henda av søtum teirra millum. Tey endaðu í einum húsum, har gott lag var, og skonkt varð lystiligt. Tey bæði høvdu ikki gloymt hvørt annað, og kyttlið hevði hildið sær leingi, so tað var náttúrligt, at hetta helt fram í sofuni.

Tað kann vera, at portørurin var meistari í bodybuilding, men tey bæði vóru fødd lystilig og høvdu hormonløðingar so sterkar, at tær saktans kundu røkka so langt upp á Ricther-skálan, at tað í minsta lagi skuldi eitt spreingiloyvi til at avmontera bumbuna.

Við fullari stovu av vitnum, gingu tey tætt til hvønn annan. Hetta var fríggj, sum vildi nakað. Her var onki til hugflogið hjá áskoðarafjøldini, og heit var náttin, sum Annika so lystiliga sang.

Tey bæði endaðu á Setrinum, har sleppast kann av við alt møguligt lort, eisini avgongur. 
Kvinnan hevði eggjað mannin so væl, at hann hevði latið seg úr. Kvinnan var bæði tyst og hevði stóran matarlyst. Men summar kvinnur føra seg fram, sum mannátarar í Ný Guinea, og hendan var onki undantak. Tað var so álvarsamt, at maðurin fekk varhugan av, at kvinnan var hungursstungin, og ikki hevði fingið at eta í mánaðir. Hon beit hann í  bæði í arm og bringu.

Hetta tók manninum so fast, at stívpinnurin bognaði. Hormon-dansurin var blivin til krígsdans í einari týningarlegu. Knappliga føldi hann seg eisini, at vera í klørnum á einari kvinnuligari útgávu av Dr. Mengele. Hann píndist, og hetta mátti halda uppat. Maðurin byrjaði at lata seg í klæðini. Hevði fingið ríkiliga nokk.

Kvinnan helt seg hava serveserað mannin so væl og djúpt, at ikki alt bara kundi gerast upp í kropsvekt, og pungtungum kúluspæli. Hon kravdi eisini pungin tømdan, men tað stóðst tvídráttur um.

Inni í stovuni hoyra tey kvinnuna rópa neyðtøka. Tá hini koma út á wc´ið, stendur kvinnan og veitrar við ørmunum, kærir sína neyð, sigur, at maðurin hevði tikið hana, lagt hana á gólvið og neyðtikið kvinnuna. Meðan kvinnan greiðir frá síni lagnusøgu, stendur maðurin róligur og letur seg í.

Ongin av hinum í húsinum taka kvinnuna í álvara, og tey fara innaftur í stovuna. Men kvinnan rennir ikki aftaná, og gevur heldur ikki til kennar, at hon vil burtur frá vandamikla persóninum, ella at hon hevur fyri neyðini at verða vard.

Men maðurin hevði fingið nokk.

Paradoksið er so, at tey bæði sita á trappuni og bíða eftir hýruvogni. Kvinnan vil á politistøðina, har hon velur at melda mannin. Hon er á politistøðini í tveimum umførum. Sum prógv fyri, at maðurin hevur neyðtikið hana, gevur hon politinum, pungin ella mappuna hjá manninum, sum hon hevði tikið.

Maðurin varð handtikin, og kannaður – eisini fyri kolonarisku smakkroyndina hjá kvinnuni, sum umbar seg við, at hon hevði bitið í mannin fyri at verja seg í móti neyðtøkuni.

Linde Hasselberg, var ákæri í sokallaða neyðtøkumálinum – sami ákæri, sum gjørdi Jóannes í Dali til vandamiklan terrorist. Men meðan hon mátti sleppa “terroristinum” leysum aftur, gekk betri við sjómanninum. Hon fekk viðhald í rættinum um, at sjómaðurin skuldi ikki hava nakra verju, tí vitnini vóru full.

Maðurin varð tí dømdur hálvtannað ára fongsul, og skal gjalda kvinnuni kr. 80 túsund krónur, sum má vera tekin um eitt so dýrt nummar, at brúkaraumboðsmaðurin átti at komið upp í leikin.
Dómurin í móti manninum fyllir tvey tvey A4 ørk. Tað er ikki lætt at fáa nakra forkláring um dómin tí grundgevingin fyllir bara 10 linjur. Har stendur m.a. um kvinnuna: For det meste er kvinden uden fast arbejde og bopæl!??

Men hóast hetta, varð maðurin dømdur fyri neyðtøku, og ongi vitnir sluppu í rættin.
Spurningurin er so um landsrætturin heldur, at hesin dómurin er ein penur varði, ið eigur at verða standandi.