
Dømdur ella fordømdur?
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Hesa greinina skrivaði Hans Jacob Debes, professari í 1995. Síðani tá eru fleiri dómar feldir, sum allir, sambært mannarættina prinsippunum, eru justitsmorð, ið hava til endamáls, at fremja sensur og at steðga blaðnum. Hetta er samstundis greinin, sum gjørdi, at tjóðveldisflokkurin vendi honum baki, og hjálpti til, at reka størsta søgumann føroyinga úr starvinum á Setrinum. Í okkara hugaheimi onki minni enn ein hetja, sum tordi, tá øll hini tagdu:
Sumt fólkaslag dugir at hevna seg.
Dan Klein skal bæði bøta og sita-og tað so nógv, at tilveran hjá honum og næstu hansara, og hartil sjálvt livibreyð hansara ikki kunnu vera serliga tespilig í hesum døgum.
Vit sum kenna Dan Klein, vita, at tann maðurin er eingin brotsmaður. Vit ivast í, um ikki teir, ið hava borið seg skeivt at, sita hinumegin borðið.
Men tað nyttar einki at halda tað. Maktin hevur altíð ligið á sínum stað. Og hon verður umsitin eftir sínum lokalitetum og persónliga inventari.
Ein rættarskipan hevur ongantíð verið annað enn ein avspegling av samfelagsstrukturinum.
Í teimum døgum tá ið Quirinius var landshøvdingi í Sýrialandi, dømdu teir ein kendan mann til deyða. Tað var tekniskt púra lógligt. Gerningar hansara dømdu hann-ikki rómverskt hersetingarvald og jødiskt tempularistokrati. Tað einasta, sum neyðugt var hjá honum, sum segði upp dómin, var at vaska sær um hendurnar.
Í Stalintíðini dømdu dómstólarnir stalinistiskt, í Hitlertíðini nazistiskt.