Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dómaraviðurskiftini ikki batnað nóg nógv

Eftir JÓN KRAGESTEEN:

Hondbóltsdómarafelagið: Støðan við manglandi hondbóltsdómarunum ikki batnað nóg nógv Nú hondbóltskappingin aftur fer í gongd mugu vit staðfesta, at talið av dómarum ikki er komið upp á tað, sum dómarafelagið og HSF hava vónað og væntað. HSF hevur nú um dagarnar eitt átak við skeiðum, fundum, fjølmiðlaátøkum o.s.fr.

Eisini hevur dómarafelagið slakað í krøvunum, um hvørji tilknýti dómarar, sum døma í bestu deildunum, kunnu hava til feløgini. Viðtøkurnar hjá dómarafelagnum eru broyttar, soleiðis at nú ber til hjá dómarum at hava ein virknan leiklut í hondbóltsfeløgum. Endamálið við átøkunum er at økja munandi um tilgongdina til dómarahópin, tí tað er ongin loyna, at hondbóltskappingin undanfarna ár var darvað av, at fáir dómarar vóru at døma dystirnar í fremstu deildunum.

Men nú kappingin er um at byrja, mugu vit ásanna, at flestu feløgini ikki í nóg stóran mun taka trupulleikan í álvara, tí tilgongdin er avmarkað.

Tað er ikki nøktandi at hava góðar dómarar, um teir eru so fáir, at kappingarnar ikki kunnu avgreiðast, ella verða avgreiddar soleiðis, at áskoðarar, fjølmiðlar, feløg o.o. ikki fáa fylgt við. Tað er sostatt ikki ósannlíkt, at vit aftur hetta komandi kappingarárið fara at merkja at ov fáir dómarar eru at døma dystirnar.

Nú dómarafelagið slakaði í krøvunum um tilknýti til feløgini, var ætlanin, at dómarar ikki skuldu ásetast at døma feløg, sum teir upprunaliga komu frá ella hava tilknýti til, men neyðugt verður at sleppa hesi ætlanini orsaka av avmarkaða talinum av dómararum.

Sjálvandi fara vit í dómarafelagnum at gera alt tað vit eru mentir til, at kappingin kann avgreiðast sum ætlað, men støðan er ikki haldbar – hvørki fyri okkum dómarar ella tey, sum annars varða av og hava áhuga fyri hondbólti.

Nevndin í Hondbóltsdómarafelagnum