Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DOKUMENTERAÐ: SJÚRÐUR SKAALE PELLAR

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Øll síggja, hvussu ómetaliga skeivt tað er, at ein føroyskur fólkatingsmaður er avgerandi atkvøðan aftan fyri donsku luttøkuna í einum ES-boykotti ímóti Føroyum.

Politikkurin gerst ljótur, tá politikarin brúkar ósannindi í politiskum orðaskifti.

Eitt dømi um hetta var týskvøldið í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum, har ið Beinta Løwe Jacobsen, journalistur, hevði bjóðað Sjúrði Skaale og undirritaða til orðaskifti.

Høvuðsspurningurin í kjaksendingini var, hví fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er parlamentariskt grundarlag undir einari danskari stjórn, ið er partur av at seta í verk ES-boykott ímóti Føroyum, orsakað av makreltrætuni við ES og Noreg.

Skýrdur lygnari

Í kjakinum varð komið inn á, hvussu ið undirritaði sum andstøðupolitikari havi arbeitt við at savnað donsku andstøðuna ímóti komandi boykottinum, sum Sjúrður Skaale í grundini er garantur fyri í Fólkatinginum.

Allir andstøðuflokkarnir hava sagt seg vera ímóti, at Føroyar verða boykottaðar. Flokkarnir eru sostatt ímóti politikkinum hjá donsku stjórnini, ið Sjúrður Skaale stuðlar. Hesum boðaði Sambandsflokkurin á Christiansborg frá í tíðindaskrivi tann 13. januar 2012.

Brádliga stendur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum og veipar við tíðindaskrivinum og sigur tað vera ósatt.

Sjúrður Skaale segði beinleiðis, at tað er "lygn", at Konservativi Fólkaflokkurin er ímóti boykotti, og hann siteraði í hesum sambandi eina blaðgrein, har ið Lene Espersen, fólkatingslimur, er endurgivin fyri ymiskt.

Her er dokumentatiónin

Nú liggur tað fjart frá mær at skýra Sjúrð Skaale ein lygnara. Tað sømir seg ikki fólkatingsmonnum at brúka slíkt orðalag. Men skuldseting hansara skal ikki standa ósvarað.

Rættleikin í nevnda tíðindaskrivi skal tí dokumenterast her.

Longu 15. desember í fjør sendi Lene Espersen undirritaða eitt teldubræv. Í hesum brævi greiddi hon vegna Konservativa Fólkaflokkin frá, at hon hevði sent stjórnini, ið Sjúrður Skaale stuðlar, hesar reglur:

"På vegne af det konservative folkeparti vil vi gerne tilkendegive, en undren over, at en sag, der har potentiale til at skabe store problemer internt i Rigsfællesskabet – blot oversendes skriftligt til orientering. Men det er jo regeringens beslutning, hvorledes så delikat en sag håndteres. Vores holdning er at man skal være meget varsom med anvendelse af den slags foranstaltninger fra EU´s side – og at vi på det kraftigste advarer imod at bruge dette som pressionsmiddel til at løse makrelstriden. Danmark har en forpligtigelse i forhold til rigsfællesskabet og Færøerne i denne sag – og samtidig en national interesse i forhold til makrel fiskeriet og de forarbejdende erhverv. Det optimale er at sagen forliges på mindelig vis."

Hetta er greið tala. Konservativi Fólkaflokkurin gevur úttrykk fyri júst teirri støðu, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur boðað frá.

Fyri ein góðan ordan skyld leggi eg tekstin úr brævinum frá dugnaliga starvsfelaga mínum, Lene Espersen, saman við hesum skrivi.

Her er teksturin frá Lene Espersen - sí myndafíl:

Sjúrður gevur Thorning ryggdekning

Hvør man orsøkin vera til, at Sjúrður Skaale fer so langt sum av órøttum at skýra síni politisku mótstøðufólk sum lygnarar?

Helst er tað tí, at hann nú hevur funnið út av, at øll síggja, hvussu ómetaliga skeivt tað er, at ein føroyskur fólkatingsmaður er avgerandi atkvøðan aftan fyri donsku luttøkuna í einum ES-boykotti móti Føroyum.

Fyri at skera tað út í papp, so er Sjúrður Skaale sjálvur garanturin fyri, at stjórnin hjá Helle Thorning-Smith verður við í ES-boykottinum ímóti Føroyum.

Sjúrður gevur Helle Thorning-Smith politiskan ryggdekning, meðan hon er við í boykottum ímóti Føroyum.

Hevur nakar hoyrt so skaft?

Slíkt eigur ein føroyskur fólkatingsmaður at halda seg langt burtur frá.

At brúka ósannindi sum politiskt arbeiðsamboð er forkastiligt.

Eg fari at heita á Sjúrð Skaale um at gevast við slíkum óvirðiligum lótum.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin