Doktari í upsa
Í dag vardi Eydna í Homrum Ph.D.-ritgerð sína ”The effects of climate and ocean currents on Faroe Saithe”. Verjan fór fram á Fabrikkini hjá Öström, har fitt av fólki var komið at lurta. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðaði vælkomin og greiddi frá hvussu verjan fór fram. Síðan byrjaði sjálv verjan, har Eydna í Homrum fyrst hevði eina framløgu av ritgerðini og síðan svaraði spurningum frá teimum báðum opponentunum í metingarnevndini.
Oppontarnir vóru sera væl nøgdir við hetta granskingararbeiðið, ið hevur økt munandi um vitanina um føroyskan upsa eins og vitanina um ferðing millum norðurlendskar upsastovnar.
Í metingarnevndini sótu Dr. Karin Margretha H. Larsen, forkvinna, Dr. Irene Huse, opponentur, frá Havforskningsinstituttet í Bergen og Asc. Prof. Peter Grønkjær, opponentur, frá Århus Universitet.
Verkætlanin er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Eydna var innskrivað til Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Vegleiðarar vóru Bogi Hansen, Petur Steingrund og Hjálmar Hátún, sum allir starvast á Havstovuni.
Les føroyska samandráttin av ritgerðini við at trýsta á linkin:
http://www.hav.fo/PDF/fo_samandrattur_upsi_Eydna.pdf