Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DNA kanningar av lívsins margfeldi og útbreiðslu í havinum

Dan Klein --- 08.03.2018 - 08:18

Tað er týdningarmikið at skilja samanhangir í lívfrøðiliga margfeldinum og útbreiðslu av plantu- og djórasløgum fyri at kunna hava eina skynsama umsiting og handfaring av vistskipanum í havinum.
 
Nýliga er komið fram, at flestu verur í havinum leggja DNA slóðir eftir seg, sum kunnu finnast í sjógvi (eDNA). Slóðir av eDNA frá plantuplankton, fiski og hvalhávi eru funnar í sjógvroyndum. Tað eru tó fleiri týdningarmiklir spurningar eftir at svara í hesum sambandi. Serliga um, hvussu leingi slíkt DNA heldur sær í sjógvi, og harvið, hvussu long tíðarskeið og hvussu stór øki slíkar slóðir umboða.
 
Í grein, sum nýliga er almannakunngjørd, hevur Ian Salter, ph.d. og granskari á Havstovuni, mátað livitíð av eDNA í sjógvi í eitt heilt ár í útsynnings Miðjarahavinum. Úrslitini visa, at livitíðin hjá eDNA broytist við árstiðini. Um veturin kann tað halda sær fleiri vikur, men bara fáar timar um summarið, áðrenn tað er niðurbrotið. Kanningarnar vístu eitt samband millum eDNA livitíð og hita og nøgdir av bakteriuføðsluevnum, og sambandið kundi lýsast við einum statistiskum myndli. Tá eDNA verður nýtt at kanna útbreiðslu av plantu- og djórasløgum, er tí neyðugt at taka hædd fyri árstíðarbroytingum í eDNA livitíð.
 
Greinin kallast ”Seasonal variability in the persistence of dissolved environmental DNA (eDNA) in a marine system: The role of microbial nutrient limitation” og er almannakunngjørd í PLOS ONE. Greinin er Open Acces og kann takast niður her: http://journals.plos.org/plosone/article?id=10.1371/journal.pone.0192409
 
Ian Salter hevur gjørt arbeiðið við hesi greinini í samband við arbeiði sítt á LOMIC (Laboratoire d'Océanographie Microbienne) stovninum í Paris.
 
Hann arbeiðir í løtuni á Havstovuni við eini verkætlan, sum er fíggjað av Granskingargrunninum, Fiskivinnuroyndum, Havstovuni og úr Fraklandi. Hendan verkætlan kallast FAMEOS, stytting fyri the Faroese Marine Ecosystem Observing Study. Hann fer at royna eDNA arbeiðsháttin í FAMEOS, har endamálið er at leggja grundarlagið fyri tílíkum kanningum av lívfrøðiliga margfeldinum og vistskipanini á Landgrunninum.