Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Djúpvatnstúrurin 2018

Dan Klein --- 05.10.2018 - 08:45

Sum vanligt vóru nógv ymisk fiskasløg fingin á árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á djúpum vatni; heili 78 ymisk fiskasløg vórðu skrásett.

Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu nærum óbroytt og nøgdin av blálongu, gulllaksi, trantkongafiski, svartkalva, stinglaksi og kubbuta langasporli nakað minni. Eins og undanfarin ár varð gýtandi gulllaksur fingin.

 

Orsakað av fleiri serligum umstøðum, vórðu einans 38 støðir tiknar av teimum 54 ætlaðu støðunum.

 

Les alla túrfrágreiðingina her.