Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DJÓR - HUNDAR OG KETTUR

Innflutningur og ferðing við kelidjórum í summar

Nú vit eru í hægstu feriutíð, og nógv fólk aftur fara at ferðast til og úr Føroyum, verður her gjørt vart við reglurnar fyri innflutningi og ferðing við kelidjórum.


Reglurnar eru settar fyri at tryggja, at smittandi sjúkur ikki verða bornar til landið. Úti í heimi eru djórasjúkur, sum ikki eru í Føroyum. Hesar vilja vit verja okkum ímóti. Hetta fyri at djórini hjá okkum ikki skulu fáa smittandi sjúkur, ið ikki eru her frammanundan.

Tað er tí altíð av alstórum týdningi, at galdandi reglur verða fylgdar:

Tað er ikki loyvt at koma til Føroya at ferðast við kelidjórum.

Tað eru bert fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, ið kunnu innflyta hundar, kettur og onnur kelidjór til landið.

Fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, kunnu taka hund ella kettu sína við at ferðast uttanlands, við ávísum treytum.

Allar treytir viðvíkjandi viðgerðum, koppsetingum og heilsukanningum skulu vera fylgdar.

Skjølini skulu vísast tollvaldinum, tá djórini koma til landið, antin á flogvøllinum ella á kaiini.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er kunning um treytir, og neyðug oyðibløð, til tá kelidjór verða innflutt, ella verða tikin við út at ferðast.