Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Disney kemur til Havnar

Komandi summar kemur ferðamannaskipið Disney Magic á fyrsta sinni til Føroya. Talan er um eitt sera stórt skip, sum er 294 metrar til longdar. Til samanberingar er føroyska flaggskipið Norrøna 165 metrar.

Umborð á Disney Magic er rúm fyri 2.700 ferðafólkum umframt eini manning, ið telur 950 fólk. Tórshavnar havn fegnast um, at tílík stásilig skip koma til Havnar og ríka um býarmyndina.

Disney Magic bleiv bygd í Italia í 1998. Og í 2013 bleiv skipið endurnýggjað. Tí verður tað eitt snotiligt skip, sum stevnir inn á Havnina komandi summar.

- Hetta letur seg einans gera, tá umboðsfelagið, sum í hesum føri er Tor Shipping, og Tórshavnar havn í felag bjóða seg fram, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.