Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Diskriminering við lóg er pr. definitión ólóglig

Nú hjúnabandslógin enn einaferð kemur til viðgerar á løgtingi, er vert at gera vart við, at løgtingið ikki á lógligan hátt kann forða samkyndum loyvi til hjúnaband, tí tað er og verður at góðtaka einari grundleggjani diskriminerandi hjúnarbandskipan við samkyndum uttanfyri øllum samfelagsligum hjúnabandssømdum, sum øll hini njóta væl av. Diskriminatión so tað forslær. 

Kanska átti málið at verði tikið upp á hægri stað, um diskriminatiónin heldur áfram?

Hvat kirkjan og samkomunar halda og meina, er hesum máli fullkomuliga undirordna. Tey kunnu signa hvønn tey vilja og lata vera at signa tey, sum tey ikki halda vera eina signing verda. Hetta koma tey seinri at standa til svars fyri. Men tað er hesum máli og okkum øðrum óviðkomandi. Diskriminatiónin má fáa eitt hart tiltrongt skot fyri bógvin, ongantíð ov skjótt.

Við javnstøðuheilsan

Dagfinnur Danbjørg.