Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DIS´arar skattast av eftirløn síni eins og øll onnur

Tað tykist sum onkrar misskiljingar hava verið frammi seinastu dagarnar, um skattligu støðuna hjá DIS´arum. Í innslagi í Degi og viku mánakvøldið tóktist tað sum um, at nú skulu DIS’arar brádliga til at gjalda fleiri túsund krónur meira í skatti um mánaðin. Hetta er ikki rætt. DIS´arar skulu framhaldandi ikki gjalda skatt av teirra løn.

DIS´arar hava verið og eru skattskyldugir til Føroyar av eftirløn teirra. Eftirlønarskipanir hjá DIS’arum eru bruttoskipanir, sum higartil eru skattaðar við útgjald. Lógarbroytingarnar, ið samtyktar vóru fyri árskiftið, hava onga skattliga ávirkan á tær eftirlønarupphæddir, ið higartil eru spardar upp. Hesar skulu framhaldandi skattast á vanligan hátt, tá tær verða útgoldnar.

Broytingin við at eftirløn frameftir skal skattast við inngjald, er eisini galdandi fyri DIS’arar, og tí skulu DIS´arar, eins og øll onnur, tillaga sínar eftirlønaravtalur soleiðis, at frameftir verður skattað við inngjald og ikki við útgjald eins og nú. Tað vil siga, at eftirlønarskipanirnar hjá DIS’arum skulu broytast til nettoskipanir, har 40% í skatti verður drigið frá inngjaldinum, áðrenn tað verður goldið inn til pensiónskassan.

Brot úr kunning frá heimasíðuni hjá TAKS:

Løntakarar við útlendskum eftirlønaruppsparingum

Hjá teimum, sum hava útlendskar eftirlønaruppsparingar, er støðan øðrvísi. Fyri hesi koma lógarbroytingarnar, um at skatta eftirlønirnar við inngjald, í gildi tann 1. juli 2012. Orsøkin til hetta er, at tað er nakað truplari at broyta eftirlønaravtalurnar, tá ið talan er um útlendskar eftirlønir. Føroysk lóg heimilar ikki einum kravi um, at útlendskir eftirlønarveitarar skulu stovna nýggjar eftirlønaravtalur til sínar kundar, grundaðar á verandi avtalurnar, soleiðis sum teir føroysku veitararnir skulu. Tískil má tann einstaki løntakarin og eftirlønaruppspararin kanna, hvussu tann útlendska eftirlønaruppsparingin kann broytast til framyvir at verða skattað í samband við inngjald, og ikki sum nú í samband við útgjald.

Mugu møguliga tekna nýggja eftirlønaruppsparing

Ein avleiðing av lógarbroytingini kann verða, at løntakarin má tekna eina nýggja eftirlønaravtalu. Um tað er ógjørligt at avtala við verandi útlendska eftirlønarveitaran (pensjónskassan), at eftirlønin verður skattað við inngjald, kann tað gerast neyðugt hjá løntakaranum at tekna eina nýggja eftirlønarkonto hjá øðrum eftirlønarveitara, sum loyvir, at eftirlønin verður skattað, tá hon verður inngoldin, og harvið ikki, tá ið hon verður útgoldin.

Teir løntakarar, ið eru fevndir av sáttmálum hjá fakfeløgunum, sum nýta útlendskar eftirlønarveitarar, kunnu tosa við sítt fakfelag um, hvussu avtalurnar við útlendsku eftirlønarveitararnar verða broyttar til at verða í tráð við rentutryggingarlógina.

Løntakarar við B-inntøku ella við útlendskum arbeiðsgevara

Løntakarar við B-inntøku ella við útlendskum arbeiðsgevara skulu boða frá teirra eftirlønar-uppsparing á Sjálvuppgávuni. Síðani verður skatturin av eftirlønini roknaður sum partur av árligu skattauppgerðini. Fyribils upplýsingar um eftirlønargjald skulu ikki latast TAKS.

http://taks.fo/01180/