Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DIS, NIS, FAS, sjómannafrádrátturin og Miðflokkurin

Støða Miðfloksins til sjómannafrádráttin?

Miðflokkurin var ikki við til at samtykkja sjómannafrádráttin, sum í upprunalíki sínum onki ovasta mark hevði fyri rætt til frádrátt. Hinvegin var tað núverandi løgtingsmaður Miðfloksins, táverandi fíggjarmálaráðharrin, Karstin Hansen, sum í 2000 setti tað ovasta markið, sum síðani hevur forðað fyri, at frádráttur verður latin fyri inntøkur hægri en 500.000.

Miðflokkurin var sum nevnt ikki millum teirra, ið settu hendan frádrátt í verk, og flokkurin hevur heldur ongar ætlanir um at vera við at taka hendan av. Talan er um ein frádrátt, hvørs endamál er at lætta um hjá teimum, sum hava starv sítt á sjónum, og tí ikki hava somu atgongd til teir ágóðar, sum aðrir samfelagsbólkar annars dagliga njóta.

Støða Miðfloksins til verandi FAS-skipan?** Tá FAS skipanin varð sett í gildi í Føroyum, varð talan um eina neyðloysn, so Føroyar kundu verða við og ikki glíða burtur ímillum aðrar tjóðir, sum longu høvdu slíkar skipanir. Varð FAS skipanin ikki gjøgnumførd, varð vandi fyri, at vit mistu skip okkara til hesar skipanir. Við at fáa okkum slíka skipan, gjørdust vit før fyri at kappast á jøvnum fóti við aðrar tjóðir um heimsins skip, og eftir øllum at døma hava vit staðið okkum væl higartil.** Óivað eru fleiri hugsanir um hesa skipan, og tíðin man vera komin bæði at eftirmeta, endurskoða og kanska dagføra hesa.

Støða Miðfloksins til verandi DIS-skipan, ið nógvir føroyingar sigla undir?

DIS, NIS og aðrar líknandi skipanir eru uttan fyri okkara avgerðarøki. Sum nevnt omanfyri høvdu hesar við sær, at neyðugt varð hjá Føroyum at gera sína egnu skipan, FAS skipanina, fyri at kunna verða við í kappingini at fáa skip undir føroyskt flagg og ikki missa okkara egnu til aðrar tjóðir. Miðflokkurin hevur annars ongar ætlanir um at gera seg inn á hesi rættindi teirra, ið á sjónum stríðast fyri síni kæru og tjóð sína!

Skulu skip undir føroyskum flaggi/fiskiloyvi hava møguleika at hava útlendingar umborð, ið hava aðrar lønartreytir enn galdandi sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum?

Miðflokkurin metir tað verða grundleggjandi, at øll, sum virka í Føroyum ella á føroyskum kjøli, eru skipaði eftir sáttmálum, sum eru galdandi her á landi. Her er talan um eitt grundleggjandi sjónarmið, sum eisini hevur við trygd teirra, sum her búgva ella virka at gera. Tað má ikki henda, at vit, við at loyva øðrum lønartreytum enn okkara egnu, rætta hond til lond, sum kanska ikki veita fólki sínum eina virðiliga løn.

Júst í ár hava vit verið vitni til, at útlendsk fiskiskip liggja á føroyskum grunnum og virka føroyskan fisk við útlendingum, hvørs umstøður umborð og inntøkur eru langt frá tí, sum vit her á landi meta vera rætt. Tað er ikki klæðiligt fyri okkum sum tjóð, og vit eiga ikki at opna fyri hesum møguleika.

Jenis av Rana,

Formaður Miðfloksins