Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Diplomútbúgving á Føroya Handilsskúla framvegis sera væl umtókt

Heili 39 fólk høvdu søkt inn á diplomútbúgvingina í leiðslu tann 1. Juli, tá ið umsóknarfreistin var úti. Hesi fáa nú boð í telduposti. 30 teirra lúka upptøkutreytirnar og verða upptikin. Hini fáa tilboð um at taka akademiútbúgvingina ella partar av henni fyrst. Nøkur eru í bíðistøðu meðan umsóknin verður nærri greinað.  

Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla:

Diplomútbúgving í leiðslu er ætlað fólki, sum hava leiðarastarv á øllum stigum innan almenna og privata geiran. Útbúgvingin er eisini ætlað teimum, sum hava ætlanir um at gerast leiðarar, og sum røkja uppgávur har leiðsla er umráðandi. Treytirnar fyri upptøku er, at tú hevur styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap, akademiútbúgving, HD 1. part, bachelorútbúgving, ella líknandi útbúgving.

Føroya Handilsskúli hevur eitt væl samansett toymi av royndum undirvísarum, sum gera útbúgvingina spennandi og viðkomandi fyri tey lesandi. Útbúgvingin tekur 2 ár umframt høvuðsuppgávu, og verður útbúgvingin skipað sum parttíðarlestur. Vanliga verður undirvíst tveir fríggjadagar og tveir leygardagar um mánaðin. Tó verður í ár lagt til brots við einum vistarskúla (internat) skeiði, sum tekur tríggjar dagar.

Av tí at undirvísingin er liðilig og at Handilsskúlin hevur eitt toymi av undirvísarum, ber til at taka enn fleiri lesandi inn. So eru tað enn nøkur, sum ynskja at koma afturat, ber enn til at seta seg í samband við skúlan. Umsóknarbløð eru á heimasíðu Handilsskúlans.

Nærri kunning fæst á heimasíðu Handilsskúlans www.fh.fo