Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dimman keypti líkini

Perla: Aftaná, at hava lisið konsernroknskapin hjá Vinnuvitanum og Vikublaðnum fyri 2007, kann ikki komast til aðra niðurstøðu, enn at konsernin var í trotastøðu tá Dimmalætting velur at yvirtaka ræðisrættin yvir felagnum, sum stórt sæð var í stórari skuldar og fíggjartyngd. Oyggjatíðindi 6. juni 2008.

Felagið hevur eisini sambært roknskapinum fyri 2007, ein nekativan eginkapital uppá slaka millión krónur, og hevur ringt við at betala skuld.

Vit hava roynt at greina roknskapin fyri at finna útav hvat Vinnuvitin keypti Vikublaðið fyri í fjør summar, og hvat Dimma nú møguliga hevur bløtt, fyri at fáa fatur í samlaðu konsernini.

Vit síggja, at Vinnuvitin fram til keypið av Vikublaðnum gongur hampuliga væl. Tó verður blaðið bara hildið uppi av lýsingum og blaðhaldum frá vinnukapitali, men tað er kortini onki í roknskapinum, sum rættvísger, at teir kunnu keypa Vikublaðið fyri 10 milliónir, men tað var stórt sæð tað sum hendi.

Kapthing sýntist at fíggjað lán til keypið, stórt sæð bara í privatari trygd. Eitt lán, sum Eik Bankin arvar, men velur at seta fótin fast á bremsuna.

Í roknskapinum hjá P/F Vinnuvitan fyri 2007, stendur á síðu 12: Goodwill 9.667.000. Hetta er tað, sum er goldið meira enn bókað virði á 1 millión í P/F Vikublaðnum. Tí er neyðugt at vita, at Goodwill + kapitalpartar í atknýttum virkjum (sæst eisini á síðu 12 í roknskapinum) er = keypsprísur fyri P/F Vikublaðið.

Roknskapurin er ikki so lættur at gjøgnumskoða, men helst hevur Dimma einans keypt partabrøvini í P/F Vinnuvitan og síðan játtað yvirfyri Eik bankanum, at yvirtaka alla skuld hjá samlaðu konsernini.

Í hvussu so er sýnist tað vittleyst, um Dimman, umframt at átaka sær at betala skuldina hjá konsernini, omaná eisini skal hava lagt ein posa av pengum á borðið. So dumm man Dimma neyvan vera kortini. Men tað ber ikki til at síggja nakað ítøkiligt í roknskapinum.

- Eg eri vísur í, at eigararnir av Vinnuvitanum hava ongar pengar fingið fyri síni partabrøv. Men teir eru óiva sloppnir undan at missa hús og heim, sigur ein fíggjarkønur við blaðið.

- Teir í Kaupthing hildu fram í Eik. Teir vistu hvør annar kundi hava áhuga í Vikublaðnum, og hava tí fingið Dimmu at bjarga Eik undan at missa 5-10 mió, og eigararnir av Vinnuvitanum sleppa so eisini undan at missa hús og heim. Út frá roknskapinum kunnu vit trygt meta, at partabrøvini í Vinnuvitanum eru seld fyri 9,5-10 milliónir.

Felagið hevur í árinum keypt Sp/fPeba og Sp/f Vikublaðið, stendur í roknskapinum.

Ársúrslitið gjørdist eitt hall upp á 1.699 tkr. Leiðslan er ikki nøgd við ársúrslitið, stendur í roknskapinum.

Javnvágin í fíggjarstøðuni er 13.738 tkr. Felagið hevur nekativan eginpening upp á 865 tkr.

Í roknskapinum stendur eisini, at arbeitt verður við at betra um kapitalgrundarlag og gjaldføri felagsins, stendur í viðmerkingunum.

Men vit leggja til merkis, at roknspurin er undirskrivaður í apríl 2008, men ongar broytingar ella royndir eru gjørdar at bøta um støðuna, tó at fýra mánaðir eru farnir síðani gølu-tølini formelt vóru kend av konsernini pr. 31.12.2007.

Vánaligt gjaldføri

- Felagið hevur vánaligt gjaldføri og tí hevur torført við at gjalda skuldina so hvørt sum hon fellur til gjaldingar, skriva grannskoðararnir:

- Eftir okkara tykki er framhaldandi rakstur felagsins treytaður av, at gjaldføri felagsins verður betrað.

- Tá vit ikki hava fingið neyðuga vissu fyri at gjaldføri felagsins verður betrað, taka vit fyrivarni fyri, at árs- og konsernroknskapurin er gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eygað, og teimum avleiðing sum uppathald kann fáa á virðið á ognir felagsins, skriva grannskoðararnir, og staðfesta óbeinleiðis, at felagið var heilt illa fyri, og at Dimma, heldur enn nakað annað, kom sum frelsandi eingil, at bjarga olmussustøðuni hjá Óla á Deild Olsen & Co.

Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at Dimman keypti líkini.